Hugnaligt kvøld í Spaniastovu

Tað var at kalla fullsett í Spaniastovu í kvøld, tá ið Hilmar Jan Hansen og Rudolf Joensen foldaðu seg út við feskari føroyskari satiru í hálvan tíma. Har kom bæði líkt og ólíkot á borðið í Spaniastovu í gjárkvøldið. Tað var ymiskt kent og minni kent sleyg og slatur bleiv, sum varð vent henda vegin og hin vegin, og fólk hugnaður sær óført.

Borðini tú sat við, vóru sett upp í Café-stíli, og leikarnir sótu eisini við eitt café-borð. Spaniastova er væl egnað til so mangt og ikki minni væl til hetta Café-umhvørvið, so tú kendi teg sum part av leikinum.

Eftir Rudolf og Hilmar Jan kom íslendskur leikur »Borð á Carello«. Tað vóru tær í leiki kendu Marjun Olsen, Jórun Ljósstein og Eliana Svøðstein, sum spældu. Birita Mohr hevði leikstjórnað.

Talan er um íslendskan café-leik, ið Jónina Leósdóttir hevur skrivað. Søgugongdin í »Borð á Carello« er í stuttum tann, at tvær konur úr hvør sínum heraðshorni hittast á Carello í Havn. Har enda tær við sama borð, og síðani koyrir prátið í ymsar ættir ? bæði skemtiliga, fløkt og eisini álvarsamt. Nógv at flenna at og ikki alt, sum kann setast upp á prent.

Tær spældu væl og sannførandi, hóast »fløkjan« til tíðir var stór og so mikið skemtiligari.

Eitt frálíkt kvøld, sum bert og best kann upplivast í Spaniastovu - Sunnukvøldið kl. 18.00 og 21.00, og annars eisini mána- og týskvøldið kl. 20.00

Skrivað og tikið myndir hevur: Dávur Winther