- Nógvar eygleiðingar eru á Facebook hesar dagar.
Ein teirra er frá Urd Johannesen, sum er verkætlanarleiðari hjá Farlit.
Hon vísir á, at tað at síggja til eru kvinnurnar, sum eru mest illar inn á Anniku Olsen og kenna seg stoyttar.
- Tær skýra hana slangu, teys, maktsjúka, óstabila, vinkliskølt, falska, ikki at duga havnarmál, sigur Urd Johannesen og spyr.
- Hvat er tað, sum verður projecerað yvir á Anniku og fær kvinnur at kenna seg so stoyttar. Vit hava sæð tað fyrr, gjørt av monnum tó tykist tað vera ein lættari kamelur at slúka. Tað sama ger seg galdandi í USA, eingin skal billa inn í meg, at Hillary er mest korrupti politikarin “over there”, menv it hava ilt við at góðtaka tað, tí hon er hon og ikki hann?, spyr Urd Johannesen.
Júst tað sama hevur verið víst á við forsetavalinum í USA. Orðini nýtt um Hillary Clinton hava verið ógvuliga niðrandi móti hennara kyni, halda mong.
Hvat heldur tú?
Sig tína hugsa um sexismu í viðmerking undir hesari greinini.
GG! Trupulleiki við skipan okkara ger, at viðmerkingar á in.fo hvørva í løtum fyri síðani at koma aftur nakrar løtur seinni. Vit arbeiða við málinum.