Skótaliðið Royndin skipaði aftur í ár fyri flaggdagshaldið í Vági. Eftir flaggdagshaldið, har Arnfinnur Bjarkhamar helt røðu, skipaði Kirkjukórið Ljómur fyri mentanarløtu í Vágs kirkju.
Kórið, og nýggi kórleiðarin og urguleikarin, Lars Mensonides úr Noreg, sungu, og á skránni var eisini upplestur. Miðnámsskúlanæmingar lósu yrkingar eftir Regin Dahl, ið andaðist fyri stuttum. Ætt hansara kom úr Vági.
Kórið sang Gloria sei dir gesungen og Sommarpsalm. Upplestur var á skránni. Upplesarar vóru Heiðrún Hammer, Arnóra Hammer, og Sólfríð Bech. Tær lósu Til Merkið, Aftur í Vági, Ikki komi eg til tín, Ogn, Sæl er tann sál og Sálmur. Alt yrkingar eftir Regin Dahl.
Ímillum sang Ljómur: Á Grækarismessu, Eg fann teg í kvæðum við lag eftir Regin Dahl og Nú rennur sólin fríð eftir J. Dahl og Kingo.
Patrick de Neergaard, prestur, endaði mentanarløtuna í Vágs Kirkju og síðani var felagssálmurin Vælkomin Summartíðin sungin. Og hetta hóskaði væl, eftir eina vakra løtu, har sólin eisini sá.










