Eldravirksemi
Vágar:Vága Pensionistafelag skipar sunnukvøldið klokkan 18.00 fyri hugnakvøldi á Ellisheiminum í Miðvági.
?Vit fara at savna pensionistar úr oynni á Ellisheiminum, sigur Frits Jacobsen, formaður í Vága Pensionistafelag. Har verður fyrilestur og okkurt til undirhald.
Heini F. Petersen í Sandavági fer at halda fyrilestur fyri pensionistunum um samferðslu og søguna um flutningin um Vestmannasund. Eisini verður sangur og annað til undirhalds, sigur formaðurin.
Hann sigur, at tað eru 430 pensionistar í Vágum, men Vága Pensionistafelag hevur bara umleið 120 limir. Tað heldur formaðurin vera í minna lagi, og kundi ynskt, at fleiri gjørdust limir í felagnum.
Vága Pensionistafelag er annars virkið á fleiri økjum. Arbeitt verður bæði við dagtilhaldi fyri pensionistar og við at útrvega eldrabýli í oynni, sigur Frits Jacobsen. Hesi tiltøk eru saman við Felagskommununi í Vágum, sigur hann.
Dagtilhaldið hevur verið roynt á Ellisheiminum nú eina tíð, og tað hevur riggað væl, sigur hann. Arbeitt verður nú við at fáa fígging til framhald av hesum tiltaki.
Eisini er Vága Pensionistafelag við í einum arbeiðsbólki, har millum onnur eisini fólk frá Ellisheiminum og Felagskommununi í Vágum eru við, sum arbeiðir við at fáa bygdar eldra íbúðir í Vágum. Frits Jacobsen er við í arbeiðsbólkinum umboðandi Vága Pensionistafelag.
Av øðrum størri tiltøkum, Vága Pensionistafelag hevur fyri í løtuni, er fyrireiking til stóra árliga Eldradagin. Hann verður í ár hildin fyrrapartin í august. Vága Pensionistafelag er hesaferð vertur, og har koma pensionistar úr øllum landinum á stevnu.