Hugnakvøld við sjómansvísum í Skálanum

Í sambandi við torraskánna hevði Klaksvíkar Dansifelag skipað fyri einum hugnakvøldi í Skálanum í gjárkvøldið - leygarkvøldið í torravikuni. Serliga varð sungið sjónamsvísur, og borðreitt varð við breyði við føroyskum viðskera. Til høvið høvdu tey fingið ein sera dugnaliga harmonikuspælara úr Dali, Jóannes Johannesen. Ja, Jóannes hevði eisini gjørt onkur av løgunum, sungin vórðu.

Heini Mohr beyð vælkomin, tá ið farið varð til borðs - og beyð serliga Sólvit Simonsen av Sandi vælkomnum saman við Jóannesi úr Dali. Sólvit hevði fingið til uppgávu at fortelja sjómanssøgur, meðan Jóannes, sum sagt, skuldi spæla upp á harmoniku.

Og søgurnar vóru nógvar og góðar, og lagið har eftir. Tað var skjótt greitt, at Sólvit ikki var ókunnugur við Klaksvík og fólk higani. Hann hevði verið til skips saman við bæði Óla og Levi hjá Dáva úr Gerðum. Eitt skiftið sigldi hann sum stýrimaður hjá Levi.

? Tá ið tú ert í stovu saman við Sólvit, hevur tú tað hugnaligt, og frásøgumaður er hann góður. Skemtingarsamur er hann sum fáur og samstundis siðiligur.

Bróðir Sólvit, Emil og systurin Valborg giftust til Klaksvíkar.

Jógvan Ravnsfjall hugleiddi um, tá ið motorbátarnir komu, hvør smíðaði, og tað tíðarskiftið hesir høvdu við sær.

Og tað var ein frálíkur sangur inn ímillum, og slíkum forsangara og harmonikuspælara, ið fær sangin so á glið, sum Jóannes úr Dali, skal tú leita leingi eftir.

Jónleif Johannesen var borðvertur og leiddi borðhaldið væl, við løttum søgum inn ímillum.

Fyrireikarnir kunnu sanniliga vera nøgdir við eitt væl eydnað og hugnaligt kvøld, sum lættliga kann endurtakast eina aðra ferð. Og best av øllum, at fólk varð komið sera víða frá til hetta hugnakvøldið í Skálanum.

Kvøldið endaði við at fara upp á gólv at kvøða Vaagen, Hr. Sinklar og ymikar aðrar lættar vísur.

Takk fyri eitt frálíkt kvøld!

Skrivað hevur Dávur Winther