Í gjár skipaði Skótaliðið Royndin í Vági fyri hugnaligum familjutiltaki við sandin innast á Vágsfirði.
Talan var í roynd og veru um flakatiltakið, sum hesaferð var uttan flakar. Flakatiltakið hevur verið tvær ferðir á Vatinum í Vági, og hevur undirtøkan verið góð. Í 2020 var onki tiltak vegna koronasmittu, men í ár varð avgjørt at flyta tiltakið, tí eitt svanapar hevur reiður á hólminum, ið er miðskeiðis á Vatninum. Men veðrið gjørdi tað ikki ráðiligt at sigla við flakum á fjørðinum, og verða teir tí flotaðir við annað høvi.
Men tó var hugnin í hásæti seinnapartin í gjár. Skótar høvdu gjørt ymiskt til børnini at hugna sær við, og til bar at keypa t.d. kaffi, popkorn og sunkist.
Togtogan var eisini á skránni millum fyritøkur og grannaløg.
Og stóra finalan var, tá brandbilur kom við skúmi, so børn og barnsligar sálir kundu fara inn í girðingina, sum skúm varð sproytað inn í.
Orð á borðið, manskórið hjá Frelsunarherinum, luttók við sangi.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##


















