Hugna sær í geglinum

Arresthúsið í Havn roynir at laga tað so, at so fá sum gjørligt sita í arrestini á jólum, men tað eru tey, sum biðja um at sleppa inn at sita um høgtíðina

Fólk flest droyma neyvan um at halda jól handan rimarnar. Myndin av jólum er ein høgtíð, tá ið øll familjan er saman og hugnar sær.
Arresthúsið ger eisini sítt besta fyri, at so fá sum gjørligt skulu sita á jólum.
Eingi fólk verða kallað inn at sita ein dóm fyri jól, soleiðis at tey koma at sita á jólum, og hava fangar, sum sita ein dóm, útferðarloyvi, sleppa tey heim til familjuna í nakrar dagar at halda jól.
Men summi verða noydd at sita. Tey hava ein dóm, har revsingin er, at tey skulu sita ávísa tíð.
Sum støðan sær út beint nú, væntar Bent Jákup, leiðari í Arresthúsinum, at fýra menn koma at sita á jólum. Tað kann altíð henda, at onkur kemur aftrat, tí viðkomandi verður tikin fyri at hava gjørt okkurt býtt. Eisini er møguleiki fyri, at politið kemur fram á onkran, sum ikki hevur verið til at funnið, og sum skal takast.
– Tað er næstan á hvørjum ári, at onkur óvæntað kemur inn at sita beint upp undir jól, sigur Bent Jákup Hansen. Hann er fegin um, at eingin situr avbyrgdur um jólini.

Vilja inn at sita
Onkur, sum hevur ein dóm hangandi, hevur biðið um at sleppa inn at sita um jólini.
– Tað hendir av og á, at fólk biðja um at sleppa inn at sita á jólum, tí tey hava ongan góðan uttan fyri rimarnar og vilja fegin uppliva eini hugnalig jól. Vit hava eisini hoyrt fólk siga, at jólini í arrestini minnast tey sum eini av teimum hugnaligastu jólum, tey hava havt, sigur Bent Jákup Hansen.
Viðhvørt biðjur onkur um at sleppa at sita á jólum, við tað at fleiri arbeiðs­pláss hava afturlatið í fleiri dagar um høgtíðina, og við at sita um høgtíðina, missa tey ikki so nógvar arbeiðsdagar. Tað er eisini ein máti at sleppa undan, at arbeiðsgevarin fær nakað at vita.

Nú er trongt
Orsakað av blámisoppi á politistøðini og í Arresthúsinum situr eingin nú í gamla partinum av húsinum. Bara sjey klivar eru.
– Vit krossa tí fingrar fyri, at ikki fleiri koma inn at sita nú, sigur Bent Jákup Hansen.
Í Arresthúsinum bíða tey eisini eftir svari úr Danmark, hvat gerast skal við blámusoppafongda Arresthúsið. Ein tíðarætlan má gerast.
Tað er ikki sum at siga tað at finna onnur høli at brúka sum arresthús. Fá høli eru í landinum egnað til endamálið. Tey, sum sita, hava rætt til góðar um­støður og til at vera anonym.

Hugnaligt
– Her er stak hugnaligt á jólum. Vit fáa góð­an døgurða frá Landssjúkrahúsinum, og tað plagar at vera dunna og alt tað, sum fólk flest eta á jólum. Húsið plag­ar at keypa frukt og okkurt søtt til at eta á jólum, og tey, sum sita, keypa eis­ini sjálv okkurt, sigur Bent Jákup Hansen.
Fangarnir plaga at fáa jólagávur frá Reyðakrossi, og teir fáa eisini gávur frá sínum skyldfólkum.
Fongsulspresturin Sverri Steinhólm kemur fast antin tollaksmessudag ella jólaaftansmorgun at hava guds­tæn­astu, og ofta er eisini onkur tón­leika­framførsla. Eitt árið kom prestur við tveimum av systkjum sinum at syngja, í fjør sungu Jens og Christel Lisberg sungu i fjør, og eitt árið skipaði Anna Háberg, sum arbeiðir í Arresthúsinum fyri sangi.
– Tað er altíð onkur frá kirkjuni ella frá onkrari samkomu, sum bjóðar sær til at hugna um við sangi.
Tað er altíð friðarligt á jólum, og tey, sum sita, fáa fyri ein stóran part tíðina at ganga framman fyri sjónvarpinum.