Tíðin rennur, dagur fer,
søgan sló sær grevur,
myndar manga mansins gerð,
har hann virkað hevur.
Førdu kring um um land og lón
skútur tvær so trúgvar,
grúgvu megi, manni vón,
vinnu dropar drúgvar.
“Esso Søldarfjørð” var skip
sum fyrst førdi farm
nátt sum dag við havsins sip,
kraft til vinnukarm.
“Esso Føroyar” sigldi síðan
ár so mong ta somu ferð,
oyggj úr oyggj ein tein so víðan,
sum bert fáur greitt sær ger.
Tíðir broytast, nøvn tey lúta,
“Esso Føroyar” skifti navn,
“Stathav” nevndist síðan skúta,
sum nú sigldi havn úr havn.
Alt er væl til nítifýra,
kós er sett mót heim tað ber,
millum Hólm og Fles teir stýra,
lagnusjógvur endar ferð.
Kollsigldu í stórum knípi,
tveir á bunka lótu lív,
hvurvu djúpt í havsins dýpi,
báðir tveir frá barn og vív.
Otto, Henry, enn tit standa,
fremstir millum okkum enn,
sum alt lív, sum hvarv í vanda,
søgu skrivar millum menn.
Vælamenn í vælaverki
vóru tit hvønn lívsins dag,
intu dugnaligir yrkið,
førdu farm til lívsins lag.
Menn í huga og í hondum,
Danski Berint, Hanni Kass,
Henry Frederiksberg av Strondum,
hampamenn úr høvd í rass.
Hinumegin fjørðin vóru
aðrir skilamenn,
við um land teir Esso bóru,
tveir og tveir í senn.
Otto var av skúlafólki,
Hans Karl bygdi inn mót Rók,
báðir menn í besta bólki,
fáur teir í dygdum tók.
Allir liva teir í minni,
Kjartan situr enn á rók,
man, sum eg, í sínum sinni
huga tøk, hann við teim tók.
Ymsir vóru teir í lyndi,
framúr menn á hvønn sín hátt,
síggi kappar, eg her myndi,
koma inn um mína gátt.
Allir vóru teir í vavi
hampamenn, hvar ferð enn fór,
vóru eitt við stóra havið,
har teir intu avrik stór.
Ovast uppi stjórin sjálvur
stýrdi væl sítt oljuland,
ongastaðni var hann hálvur,
har hann rak sín stjórnargand.
Jákup Kass í sínum verki
dugnaligur var for fleir,
altíð var hann stjórin sterki,
sum for fólk sítt vildi meir.
Las í løtum bíbillestur,
vildi gerast cand. teol,
vildi gerast fólksins prestur,
las tí við sítt góða tol.
Las við slit og góðum huga,
røktaði sín oljustall,
til hann loksins mundi duga
halgubók til prestakall.
Minni goymir manning fræga,
sum á hesum skipum var,
nú teir undir túgvum daga
handan grind í kirkjugarð.
Flestir eru teir nú farnir
undir mold og foldarflag,
summum vórðu dagar sparnir,
summir náddu ellisdag.
har í kirkjunánd teir hvíla,
til teir mynstra evstu ferð,
liggja klárir har for ýla,
til tað brátt mót Himni ber.
Friðarmenn í dagsins yrki,
intu verk sítt bara væl,
úr teim lýsti henda styrki,
sum alt trupult ger til spæl.
Allir eru vælavinir,
sum mítt minni gevur ans,
fjálga sinn mítt enn sum hinir,
sum enn treða lívsins dans.
Farið væl í foldarfriði,
tøkk for trú og vinalag,
eig um ævir, eg her biði,
eftir grøv ein Harrans dag.
har ið kyrt er millum boðar,
har, ið sút er ikki meir,
har, ið handan deyða logar,
ævinleikans lív í leir.
------
pmp/2013