Hugleiðingar um føroyska DJ mentan

Petur Pólson

------------

 

Eitt tað allarbesta, eg havi upplivað í nýggjari tíð, er, at síggja mín góða vinmann, Knút Háberg Eysturstein, standa sælur á einum dansigólvi, við einum hálvfjákutum, hálvsælum andlitsbrái, inniliga dansandi.

 

Tað er nakað serstakliga rørandi við teirri sjón. Minnist, at eg og sami Eysturstein stóðu einaferð í Club 20 og filosoferaðu øgiligt um alt, sum gekk fyri seg har. Kjøtmarknaðin. Tónleikin. Smyrslið og alt, sum livir og rør seg har. Og tað er gott til tað, tað er. Tó at tað ikki altíð er so lætt at vita júst, hvat tað er. Tað er eitt slag at vera til uppá. Eitt slag at vera ein partur av sær sjálvum. Eitt slag av rásarúmi. Eitt slag av andarúmi. Tað segði sum so ongantíð mær nakað. Havi altíð kent meg sera, sera illa í sambandi við at dansa. Tað er eisini nakað, eg onkuntíð fái at vita frá konuni. Eg eri so syndarliga trekur at dansa. Dugi heldur ikki. Tá man gekk í býin, snúði tað seg meiri um at drekka seg sansaleysan. DJ’urin, plátuvendari, ella hvat tað æt, var av minni týdningi. Tað var partur av ambiensini. Av huglagnum. Tónleikurin var av minni týdningi. Seinastu dansirútmur­nar, sum við vissu fingu fólkini, sum vóru so pyntað og smurd og lekkur, at rista kroppin eitt sindur, lyfta annan armin, men ikki longri enn so, at tú sást sveittablettirnar. Og tey ristu. Onkuntíð, nóg mikið varð komið niður um, fór mann sjálvur at blamera seg á gólvinum. Tá ein var so passaliga doyvdur, at ein onki legði í tað alíkavæl. Heldur ikki tað.

 

Fyri nøkrum vikum síðani var eg á Undirbeat tiltaki. Havi ikki gingið í býnum tað, sum kann kallast nakað. Legði av at doyva meg fyri seks árum síðani. Trongdin at sveiggja reyv, og síggja reyvar hjá øðrum sveiggja, minkaði onkursvegna. Býarlívið misti týdning (um tað nakrantíð hevði nakran). Men eg smakkaði nakað hetta kvøldið fyri nøkrum vikum (ella mánaðum) síðani. Eitt annað slag av »at ganga í býin«. Har tónleikurin hevði týdning. Har DJ’urin hevði týdning. Har frælsið at vera júst tann, tú ert, soleiðis sum tú ert tað, hevði týdning. Har ongin hugdi niðrandi eftir einum øðrum, tí at plaggini vóru giggut. Tí at tað var ok at vera giggutur. Ella kanska tað kendist bara soleiðis hjá mær, tí eg eri giggutur. Har tað ikki kendist sum ein meiningsleysur kjøtmarknaður, har tað fyrst og fremst snýr seg um at sleppa niður í fremmandar trussur at grópa. Har staðið sjálvt hevði týdning. Ikki tað, ið drukkið verður. Og spýð. Helst eisini fríggjað. Sigi ikki tað. Men rúm var. Tað er tað eisini aðrastaðni. Bara ikki fyri øllum. Nú er pláss fyri fleiri. Har tað, at venda eini plátu, er ein list í sær sjálvum. Har tú gert títt egna DJshit. Har fólk sleppa at vera giggut, nørdut, kiksað, pen, ljót, grað, glað, samkynt, hinkynt, eittkynt, altkynt, alt í senn. Har eg kendi tað, sum var tað eitt stað, sum var jaligt. Har verðin og lívið dansaðu. Har Knút dansaði.