Niels Midjord
Tað hevur verið hugstoytt og tyngjandi at sæð barnagarðin á Sernámsdeplinum rigga av. Hesin barnagarður og starvsfólkini har hava í nærum hálva øld gjørt eitt slóbrótandi arbeiði innan sítt øki. Úr øllum landinum eru børn við menningartarni komin hagar til eygleiðingar, og út frá hesum eygleiðingum hevur starvsfólkið síðan lagt foreldrunum og stovnum, haðan børnini eru komain, lag á, hvussu teirra barn best kundi mennast; og tey børnini, sum komu til eygleiðingart, og sum ikki vóru hildin at vera egnað at ganga í vanligum barnagarði, hevur barnagarðurin á Sernámsdeplinum so sjálvur tikið sær av. Eisini hevði barnagarðurin uppbygt eitt leikasavn við mennandi tilfari, sum børnini, íð komu til eygleiðingar, kundu læna heim við sær. Nú er barnagarðurin og leikasavnið so niðurløgd, meðan eygleiðingin og ráðgevingin enn virka í skerdum líki.
Men onkustaðni skulu børnini, sum barnagarðurin var ætlaður til, vera. So nú hevur Almannamálastýrið tikið um endan, har Mentamálastýrið slepti og leigað seg inn í lonina, hjá barnagarðinum. Sum skilst, er tó ikki ætlanin, at ein nýggjur barnagarður skal setast á stovn , men heldur at hetta skal verða eitt stað, har stuðlarnir hjá hesum børnum kunnu halda til saman við børnunum.
Ein kann undrast á, hvussu tað ber til,at sovorðið kann henda. Serstakliga í hesum døgum, nú so nógv verður tosað um visiónir. Ein grundin man vera, at tá íð Skúlin á Trøðni varð yvirtikin, var pædegogiska rákið, at skúli og barnagarður skuldi vera fyri øll. At øll børn skuldu fáa møgulleika og umstøður til at vaksa upp í nærumhvørvinum, uttan mun til hvussu tey vóru fyri. Tí varð hildið, at tað ikki longur var brúk fyri einum serskúla, sum Skúlanum á Trøðni og at hann tí átti at verða niðurlagdur við náttúrligari frágongd. Ein fylgjan av hesi ætlan er tað, sum vit nú hava verið vitni til viðvíkjandi serbarnagarðinum: Tá íð tvær av pionerunum og kapasitetunum á stovninum fyri góðum ári síðan løgdu frá sær vegna aldur, var starvsfólkatalið komið so langt niður, at ikki bar til at halda áfram. Eftirverandi starvsfólkini vóru tí sett í onnur størv á Skúlanum á Trøðni, og serbarnagarðurin varð niðurlagdur.
Vit eiga at stremba eftir, at so nógv børn, sum møguligt , finna seg til rættis og trívast í vanligu skúlunum og kommunalu ansingini, men í teimum førum, har hetta ikki eydnast, er tað ikki rætt at tvíhalda um, at hetta er tann besta loysnin. Um ein næmingur við serligum tørvi skal ganga í vanligum flokki, krevur tað ofta, at hann fær ein lærara knýttan at sær burturav. Við tí játtan, sum nú er á fíggjarlógini til serligan tørv, ber hetta í flestu førum ikki til, men sjálvt um hetta eydnast, verður tað í longdini trupult at fáa næmingin at trívast, tí hann hevur ongan at samskifta við á jøvnum føti. Um serflokkar skulu knýtast til ymisku skúlarnar og stovnarnar kring landið, verður næmingatalið í hvørjari kommunu sær ov lítið til, at næmingarnir við serligum tørvi kunnu flokkast í samvirkandi eindir, og av tí at næmingarnir tískil vera so ymiskir til, verður trupult at fáa teir at trívast saman, og hjá læraranum verður trupult at uppbyggja ein førleika, soleiðis at hann á besta hátt kann taka sær av hvørjum næmingi sær.
Frá polittiskari síðu hevur verið miðjað ímóti, at flyta alt viðvíkjandi barnaansing og skúla út á kommunurnar, fyri at avgerðirnar skulu liggja so tætt at nærumhvørvinim ,sum gjørligt. Hetta hevur eisini verið gjørt niðri, men í samanburði við Danmark eru allar Føroyar at rokna sum ein lítil kommuna, og um so allir næmingarnir, sum ikki passa inn í almennu undirvísingar- og ansingarskipanina vóru fluttir í ein skúla, høvdu teir vónandi ikki verið fleiri enn so, at talan hevði verið um tað, sum danir nevna „en lilleskole“ við teimum trivnaðarmøgulleikum, sum tað inniber.
Við útbyggingini av samferðslukervinum er nærumhvørvið hjá flestu børnunum í landinum eisini vaksið munandi, og tað veksur alsamt. Eftir at Skúlin á Trøðni var settur á stovn, var næmingaheim fingið til vega til næmingar skúlans, sum komu av bygd. Í dag búgva flestu næmingarnir heima og koyra við bygdaleiðum millum heim og skúla. Teir sum nú búgva á næmingaheiminum, gera tað av øðrun orsøkum enn av fjarstøðuni millum heim og skúla. Helst av teirri grund, at teir her hava betri møgulleika til at luttaka í ungdóms og frítíðarvirksemi saman við javnlíkum. T. d. búgva fleiri av teimum, sum luttóku á paraolympisku ítráttarstevnuni í Rom í heyst -og tað við góðum úrsliti-, á næmingaheimi skúlans.
Alt hetta bendur á, at serundirvísingin í Føroyum og støðan hjá Skúlanum á Trøðni í hesum sambandi eiga at verða tikin upp til nýggja umhugsan.
Samstundis sum Skúlin á Trøðni hevur verið niðurtrappaður, eru ymiskir trupulleikar hjá børnum við serligum tørvi komnir í ljósmála, og tað skal sigast almannaverkinum til rós at tey hava verið skjót at lofta hesum trupulleikum og gjørt atgerðir, at bøta um teir. Men trupult er at brót upp úr nýggjum, og tað er ikki altíð, at atgerðirnar hava virkað eftir ætlan, men ikki eru tær vornar bíligari fyri tað. So mikið størri spell er tað har tað ikki var neyðugt at bróta upp úr nýggjum, tí at Skúlin á Trøðni hevur arbeitt við somu trupulleikum í mong ár. Ivaleyst hevði hann eisini kunna gjørt tað betri, um hann var styrktur við fleiri serútbúnum fólki á ymiskum starvsøkjum, betri møgulleikum hjá starvsfólkunum til víðari útbúgving og betri normering fyri atferðartruplar næmingar. Hetta hevði sjálvsagt kostað, men lítið aftur ímótið kostnaðinum av einum nýggjum stovni.
Haldi kortini, at Almannamálaráðið hevur víst í verki, at teirra hjarta brennur heitari fyri teimum menningartarnaðu og teirra avvarandi enn hjørtuni í Mentamálastýrinum gera, og tí haldi eg at Almannaverkið ikki bara átti at yvirtikið lonina hjá barnagarðinum, men heldur at tikið allan Skúlan á Trøðni, sum hann er, undir sínar veingir. Meirilutin av næmingunum á Skúlanum á Trøðni er longu knýttur til almannaverkið so elle so, og verður tað helst alt lívið. Um skúlin lá undir Almannamálaráðnum hevði tað tí verið lættari at skapa eina heild yvir dagin hjá hesum næmingunum. Eisini slapst undan teimum gráu økjunum, har ábyrgdin hjá Mentamálastýrinum og Almannamálastýurinum falla saman, og har tað tískil er trupult at flyta nakað.