Hugleiðingar á kamari 707

- Tú fært nummar 707.

 

Tann fryntliga, unga kvinnan í móttøkuni á Hótel Esju legði varisliga lykilin á diskin og brosaði. Fróði undraðist, tá hann hoyrdi nummarið, tí tá hann gisti á hesum hotellinum seinast, búði hann eisini á kamari nummar 707. Mundi hon kenna hann aftur og hava latið hann fáa sama kamarið? Mundi hon...? Nei, hon hevði neyvan verið her, tá hann var her seinast, tí so hevði hann eisini kent hana aftur. Tað vóru jú bara einir tveir mánaðir síðani. Nei, hon hevði neyvan sæð hann fyrr, og hann hevði neyvan sæð hana fyrr. Hetta var bara enn ein av hesum lívsins tilvildum, sum ongantíð koma aftur.

 

Fróði tók lyftuna upp á sjeyndu hædd. Tað kendist ikki sørt ófrættakent at hanga í leysum lofti í einari íslendskari lyftu. Hvat nú, um ein jarðskjálvti kom, meðan hann var á veg upp? Helst hevði streymurin farið beinanvegin, so lyftan hevði steðgað, og so hevði hann verið hangandi har í kolamyrkri, til bjargingarmenn fingu lyftuna aftur í gongd. Sjálvum hotellinum stúrdi hann ikki fyri, tí hann hevði hoyrt, at øll háhús í Íslandi eru bygd soleiðis, at tey kunnu standa ímóti jarðskjálvtum langt upp eftir Richter-stiganum.

 

Fróða nýttist ikki at leita eftir kamarinum, tá hann kom úr lyftuni uppi á sjeyndu hædd. Eitt var, at hann visti, hvat kamarshurðin var, men hann kendi eisini røddina á floksfelaganum, sum hann skuldi hava kamar saman við hetta vikuskiftið.

 

-Er tað tú Fróði? Eg spurdi hana niðri í móttøkuni, hvat kamar tú hevði. Hon vildi ikki geva mær lykil, men hon segði mær nummarið og bað meg seta meg uttan fyri at bíða, til tú komst. So her siti eg. Kom og lat upp, so eg sleppi at skola bygdarluktin av mær, áðrenn vit fara í býin.

 

Fróði og vinmaðurin gingu í skúla eysturi í sveitini, men nú hevði allur flokkurin gjørt av at fara ein túr til Reykjavíkar at halda vikuskifti. Lívið í sveitini var lítið annað enn skúlagongd og lesing og so onkrir túrar úti í náttúruni, tá ein frídagur var. Vinmaðurin var úr einum av teimum størru plássunum, so gerandisdagurin í sveitini beint undir liðini á einum stórum bóndagarði við ramum deymi av neyta- og rossalorti var ikki júst tað, sum hann var vanur við. Og nú vildi hann sleppa at skola hetta burtur av sær.

 

Fróði hevði harafturímóti einki ímóti hesum bygdarumhvørvinum. Hann var uppvaksin við bæði kúgv, rossi, seyði og høsnum í kjallaranum, so neytini og rossini hjá bóndanum hoyrdu líkasum til. Hinvegin mátti hann viðganga, at ein heitan summardag kundi deymurin frá bóndagarðinum vera í so ramur. Men hvat? Tað var ikki verri, enn tá hann sum smádrongur og hálvvaksin plagdi at fara heim í neytaliðið eftir neytunum, ella tá hann gekk upp undir øklar í seyðalorti í rættini ein slavtungan heystardag.

 

Men nú stóð hann her uppi á sjeyndu hædd á Hótel Esju. Vinmaðurin var longu í ferð við at lata seg úr, og vatnið rann longu inni í brúsuni. Fróði dró tað tunga teppið oman av songini við vindeygað og tveitti viðføristaskuna á fótalagið. Hann hevði nú ikki tikið tað nógva við sær. So frætt av klæðum, at hann kundi skifta, skuldi hann fingið karm og taskuna við lappa, tannbust og onkrum góðum at spræna upp á seg. Í mappuni hevði hann nóg mikið av pengum til vikuskiftið og passið, sum hann noyddiat at vísa fram fyri at sleppa inn, har aldursmark var.

 

Vinmaðurin hevði staðið og sungið fosturlandssangin "Ísland øgrum skorið" umaftur og umaftur, meðan hann hevði staðið undir brúsuni. Nú var hann tagnaður og stóð og murraði eitt ella annað lag, meðan hann turkaði sær. Vinmaðurin var avgjørt ikki ein av teimum mest tjóðskaparsinnaðu íslendingunum, men eins og flestu landsmenn hansara hevði hann stóran alsk til fosturlandssangir.

 

Fróði hevði sitið og lurtað eftir vinmanninum. Sjálvur hevði hann bara verið í Íslandi í nakrar mánaðir, men hann skilti longu væl, at íslendingar høvdu ein serligan alsk til sangir um teirra land. Fyri tað fyrsta høvdu íslendingar fleiri framúrskarandi skald, og so dugdu teirra tónasmiðir serstakliga væl at smíða løg, sum fangaðu bæði skilið og hjartað. Á ein ella annan hátt vóru løgini ein mynd av teirri íslendsku náttúruni, so skiftandi og ymisk hon enn er. Tey flestu løgini vóru stillislig og eym, men á ein ella annan hátt kendust tey kortini sum ein mynd ella ein lýsing av teirri ógvusligu náttúruni við eldi, ísi, kókandi keldum og jarðskjálvtum. Mundi nakað land í heiminum hava eina so virkna, eina so ófriðarliga náttúru og kortini fosturlandssangir við løgum, sum kundu fáa hárini á kroppinum at toyggja seg av berum eymleika og einari løgnari kenslu av sælu? Og mundu nakrir aðrir tónasmiðir duga at gera løg, sum gjørdu, at áhoyrarin kundi kenna seg sita og stara niður í Gullfoss og Almannagjá samstundis?

 

Men hetta var ikki bara skaldunum og tónaskaldunum fyri at takka. Hvussu mangan hevði hann ikki sitið púra í øðrum heimi og lurtað eftir upptøkum við Stefán Íslandi ella Guðmundi Jónssyni, hvørs røddir kundu fáa sjálvt tað mest ívna nakkahárið at reisa seg ein og sama veg. Og so kallakórini, sum á ein ella annan hátt vóru tann fullkomna ljóðliga myndin av íslendsku náttúruni. Djúp sum buldrið úr Heklu ella dunið upp úr Gullfossi og fín sum hvinið ein illveðursdag við Öræfajökull. Løgið, at ein so lítil tjóð kundi fostra so nógv fólk við so stórum og fjølbroyttum gávum.

 

Fróði sat mest sum í øðrum heimi á songarstokkinum. Hann mintist løturnar niðri á bakkanum við Hvítá í skýmingini, har hann hevði sitið og eygleitt rossaflotan hjá bóndanum. So stórt rossafylgi hevði hann ikki sæð uttan í onkrum cowboyfilmi í Sjónleikarhúsinum ella Havnar Bio í sekstiárunum, tá rossatjóvar stjólu rossini frá indiánarunum.

 

Men rossini hjá Bjössa bónda fingu frið, har tey gingu á beiti niðri við áarbakkan. Har fekk alt frið. Eisini sílini í ánni. Og her fekk Fróði eisini frið, frið til at hugleiða um lívsins viðurskifti. Og hvørja ferð kom spurningurin, hvat hann gjørdi her. Hvat í Harrans navni gjørdi hann niðri við ein áarbakka í Íslandi einsamallur sum Janus í verðini? Átti hann ikki at verið niðri í Keypmannahavn sum hini, ið høvdu sett sær eitt mál við lívinum? Hvørjum máli fór hann at røkka við at ganga í íslendsku sveitini og mala? Hetta var ikki tað, hann hevði droymt um teir dagarnar, uppreisturin í Sorbonne kom í Hoydalar. Tá hevði hann verið við til at binda brandtogini upp ígjøgnum trappurnar, so lærararnir ikki skuldu sleppa upp at undirvísa. Tá hevði hann kent seg sum uppreistrarmann ímóti valdsharrunumi, og hann hevði flent at teimum, har teir stóðu á gólvinum niðriundir. Tá hevði hann gingið við stórari mynd av Che Guevara á bringuni og hevði skrivað mergjandi yrkingar í skúlablaðið. Jú, tá var hann ein unglingi við framtíðarvisjónum. Tá hevði hann staðið millum nakrar, sum eisini høvdu visjónir, og sum seinni høvdu víst tað í verki. Hvat hevði hann víst? Einki. Men hvussu kundi hann tað? Hann hevði sett seg einsamallan á ein áarbakka úti í oyðuni. Hvør skuldi hoyra hann her? Og hvat skuldi spyrjast burtur úr hesum? Nei, hann skuldi heldur sitið við áarbakkan á Tigris ella Nilen og sogið ta gomlu fornaldarmentanina í seg. So hevði hann uttan iva blivið til ein ella annan frøðing líka sum teir gomlu skúlafelagarnir. Nei, hann hevði rikist uttan mið og mál. Var farin til Íslands bara fyri at læra íslendskt, tí hann hevði fingið brell ta ferðina, lærarin í bygdini hevði biðið hann lesa eina søgu hjá Laxness. Søgan var góð, men tað var málið, sum hugtók. Hann mátti læra tað. Nú dugdi hann tá, næstan í hvussu er, men hvat skuldi hann brúka tað til? Rætt var tað, at Laxness var vorðin kendur víða um lond, hóast hann skrivaði á íslendskum, men hann var eingin Laxness. Ella Gunnar Gunnarsson. Ella Steinn Steinarr. Hann var tann sami, sum tá hann kom higar. Ella var hann?

 

-Pínadoyð, situr tú og svevur? Far nú og ger teg kláran!

 

Fróði vaknaði sum við kaldan dreym. Tað var vinmaðurin. Hann hevði latið seg í pussið, tað síða, ljósa hárið lá oman á herarnar, og angin av honum minti um alt annað at rossa- og neytalortin hjá bóndanum eysturi í sveitini. Fróði reistist, rætti ryggin, lat seg úr klæðunum og smoygdi sær inn undir brúsuna.

 

Teir báðir høvdu gjørt av at fara á Ríkið at keypa okkurt gott til kvøldið. Maðurin innan fyri diskin á einkarsøluni var hávaksin og illbrýntur og bað um at sleppa at síggja aldursprógv. Vinmaðurin hevði aldursprógv frá myndugleikunum, og maðurin lat hann sleppa at keypa tað, hann vildi hava. Sum útlendingur hevði Fróði einki aldursprógv, so hann lat mannin hyggja í passið. Jú, hann nikkaði blídliga og gjørdi tekin um, at Fróði kundi sleppa at keypa. Útafturkomnir samdust teir báðir um at fara niðan aftur á hotellið at ringja til nakrar av floksfeløgunum, so teir kundu hittast, áðrenn teir fóru í dans.

 

Dansistaðið var eitt av teimum, sum kravdi, at gestirnir skuldu vera væl ílætnir. Tað vistu floksfelagarnir hjá Fróða, so teir høvdu latið seg í pussið og høvdu slips um hálsin. Fróði var ikki vanur við slík krøv frá teimum árunum, hann plagdi at ganga í Losjuna ella Sjónleikarhúsið. Ikki tí, hann helt seg vera væl ílætnan, men slips hevði hann ikki. Tað lá í Føroyum. Floksfelagarnir hildu, at tað mundi fara at ganga kortini, og kamarsfelagin lovaði at føra orðið. Hann greiddi duravørðinum frá, at vinmaðurin var føroyingur, og at hann visti ikki, at dansistaðið setti krøv til klædnabúnaðin. Duravørðurin spurdi Fróða, um tað passaði, at hann var føroyingur, og Fróði royndi at svara soleiðis, at hin skuldi hoyra, at íslendingur var hann í hvussu er ikki. Tað vísti seg at vera nóg mikið.

 

Tað var fult av fólki í dansihølinum. Fróði og floksfelagarnir fóru fyrst í barrina og settust síðani við eitt borð at njóta drykkin. Hetta var ikki tann fyrsti drykkurin, sum fór niðurum, og lagið var longu gott. Floksfelagarnir sótu ikki leingi, men funnu sær konufólk at dansa við. Fróði sat eftir. Hann hevði ongantíð lagt nakað í at dansa. At síggja vaksnar menn liða seg sundur, til sveittin rann av teimum. Nei, høvdu teir sligið ring, skuldi hann verið skjótur upp á gólvið. Kanska var hetta eitt upplagt høvi til at skipa Grettis vísu, men so hevði hann kvøðið einsamallur - sjálvt millum íslendingar.

 

Hvat høvdu Njál, Skarpheðinn, Gísli Súrsson og aðrir góðir menn sagt, høvdu teir sæð sínar eftirkomarar á dansigólvinum? Og Gunnar á Líðarenda hevði neyvan havt størri álit á hesum síðhærdu kvinnunum enn á henni, sum sveik hann, tá á stóð. Nei, tá vóru tey føroysku konubrotini øðrvísi, hugsaði Fróði og kom at hugsa um eitt av hesum konubrotunum í heimbygdini. Hon sópaði og bar tøðini á bøin, slerdi og hoyggjaði og gekk á fjall og roytti sjálv. Tað vóru konubrot. Hesar høvdu ivaleyst sum vinmaðurin lopið undir brúsuna, fingu tær deymin av neytalorti í nasarnar.

 

-Nú, hvat fjandin situr tú nú og hugsar um?

 

Tað var vinmaðurin og kamarsfelagin. Hann segði seg hava fingið nóg mikið niðurum og vildi sleppa á hotellið. Kendi seg ikki væl. Fróði hevði heldur ongan hug at verða sitandi, so hann tók undir armin á vinmanninum. So fóru teir stetlandi út, róptu á ein hýruvogn og bóðu hann koyra seg til hotellið.

 

Tá teir komu inn á kamarið, vildi vinmaðurin spýggja. Fróði hjálpti honum inn á wc'ið, og vinmaðurin legði seg á knæ og hongdi seg á kummuna.

 

-Forbannað, hugsaði Fróði. Og so kalla teir okkum sjóveikar íslendingar.

 

Hann setti segt á ein stól yviri við vindeygað at bíða eftir vinmanninum. Tað var klárt í veðrinum og mánalýsi. Hann dró eina hálva fløsku undan koddanum, skonkti eitt sindur upp í ein vatnglas og eitt sindur av sodavatni afturvið. Nei, einki var sum Wybrowa. Hann festi sær í eina Winston og blásti roykin út í vindeygað.

 

Mánin. Mundu Armstrong og Aldrin veruliga vera á mánanum ta ferðina? Og um so var, at teir vóru har, hvat skuldu teir har uppi? Hevði tað ikki verið betri at brúkt pengarnar til okkurt skilagott her niðri á Jørðini? Hvussu mong svong kundu ikki fingið mettuna fyri teir pengarnar, ella hvussu mong børn kundu ikki lært at lesa og skriva fyri allar pengarnar, sum mánaferðirnar kostaðu? Er tað løgið, um ein hungursstungin afrikanari situr og starir at mánanum og ímyndar sær, hvat vit á norðaru jarðarhálvu brúka pengarnar til? Í hansara verð er mánin tann sami sum frammanundan, og sum forfedrar hansara eisini sóu hann, so í hansara verð eru pengarnir spiltir burtur.

 

Nú kom vinmaðurin útaftur og sá út til at vera komin fyri seg.

 

-Eg eri pínadoyð samdur við hasum afrikanaranum, segði Fróði heldur ilskur á málinum.

 

-Afrikanari? Hvat fanin møsnar tú nú um, spurdi vinmaðurin.

 

-Nei, sama ger, svaraði Fróði. Tað mundi ikki loysa seg at kjakast við ein amerikaniseraðan íslending um slíkt. Vinmaðurin vísti seg heldur ikki at hava stórvegis áhuga fyri afrikanaranum, tí hann legði seg á ta aftaru songina og varð liggjandi.

 

Fróði fekk sær ein slurk úr glasinum og festi sær í eina Winston afturat. Mánin var líka blankur í vindeyganum enn. Hann hugsaði, um tað mundi vera mánalýsi í heimbygdini eisini, og um nakar har mundi sita og eygleiða mánan í nátt. Nei, ivaleyst vóru øll farin til songar, so hann var helst tann einasti bygdarmaðurin, sum sat uppi og hugdi at mánanum. Og hví skuldu hansara bygsarfólk sitið uppi í nátt og eygleitt mánan? Hann høvdu tey sæð so ofta, og hann var tann sami, sum hann hevði verið.

 

Sigarettin var liðug, og Fróði tømdi glasið. Vinmaðurin snorkaði. Nei, best mundi vera at fara at leggja seg eisini. Í morgin skuldu teir og hinir floksfelagarnir aftur við bussinum eystur í sveitina.

 

Men vinmaðurin snorkaði so illa, at tað var ikki hugsingur um at sovna. Fróði lá og stardi út ígjøgnum vindeygað, og tankarnir fóru aftur at sveima. Tað kendist, sum at mánin hevði eina løgna atdráttarmegi í nátt, og at hann dró tankarnar hjá Fróða til sín út ígjøgnum vindeygað. Hann fór at hugsa um eitt kvøld heima hjá skúlastjóranum. Skúlastjórin hevði ringt og biðið hann koma heim at vitja seg, tí hann hevði in gest, sum hann fegin vildi, at Fróði skuldi hitta.

 

Tá Fróði kom innar, sá hann ein fremmandan mann sita í teirri djúpu leðursofuni í stovuni hjá skúlastjóranum. Fróði fór yvir til hansara, maðurin reistist, og teir tóku í hondina á hvør øðrum og buðu hvør øðrum gott kvøld. Tann fremmandi maðurin settist aftur í sofuna, og Fróði setti seg í ein stól hinumegin borðið. Skúlastjórin, sum sat fyri borðendanum, hevði sitið og eygleitt teir báðar. Kona skúlastjórans stákaðist við eitt ella annað úti í køkinum og kom so inn í stovuna við einum bakka við kaffi og smákøkum og setti á borðið fyri teir.

 

Fróði hevði sitið og eygleitt tann fremmanda mannin. Hann mundi vera um tey seksti, helt hann. Hann var heldur lágur á vøkstri, hárið var grátt og lá ella rættari sagt stóð afturyvir, og maðurin hevði sjáldsama høga pannu. Hann hevði stórar eygnabrýr og djúp eygu. Hetta gjørdi, at andlitið tóktist álvarssamt, og kanska var tað eisini ein mynd av mansins sinnalagi, tí enn hevði hann einki sagt. Hvør mundi hetta vera, hugsaði Fróði. Mundi hann vera føroyingur?

 

Brádliga vendi tann fremmandi sær ímóti Fróða, og eitt lítið bros fór um varrarnar:

 

-Stjórin sigur mær, at tú ert føroyingur?

 

-Jú, svaraði Fróði stutt, men kurteisliga. Nei, maðurin var ikki føroyingur. Tað visti hann nú.

 

-Sig mær, hvussu gongur við at varðveita Múrin í Kirkjubø, spurdi tann fremmandi maðurin.

 

Spurningurin kom óvart á Fróða, men hann royndi sum frægast at greiða tí fremmanda manninum frá, at væl stóð Múrurin enn, men at serkønir væntaðu ikki, at hann fór at standa leingi afturat, um ikki okkurt bleiv gjørt fyri at verja hann ímóti vindi og veðri.

 

Tann fremmandi maðurin tóktist vera nøgdur við svarið. Hann fekk sær eina smákøku og ein kaffisopa, og Fróði helt seg síggja, at hann fyrireikaði seg til næsta spurning. Og rætt hevði hann.

 

-Hvussu er vorðið við kirkjubøstólunum? Hava tit fingið teir heimaftur, spurdi tann fremmandi og setti kaffikoppin frá sær.

 

Fróði svaraði, at kirkjubøstólarnir vóru enn í Danmark, tí føroyingar høvdu eingi egnað høli at goyma teir í, og so dittaði hann sær at leggja afturat, at hann helt ikki, at føroyingar høvdu sama ans fyri søguni sum íslendingar. Tann fremmandi maðurin nikkaði varisliga. So setti hann seg afturá í sofuni, eins og hevði hann fingið tað at vita, sum hann hevði ætlað sær. Fróði skilti, at tann fremmandi visti væl meiri um Føroyar enn flestu íslendingar, men hann hevði eisini bitið merki í, at hann hevði bara spurt um slíkt, sum hevði við kirkjuviðurskifti at gera. Mundi hann vera prestur ella kanska embætismaður í kirkjumálaráðnum?

 

Skúlastjórin var ein av hesum, sum taka orðið við at kalla hvørt høvi, men hesaferð hevði hann sitið kúrrur. Tað fekk Fróða at halda, at tann fremmandi mundi hava eina ella aðra tign, sum fekk skúlastjóran at bíða, til hin var liðugur at tosa. So var. Tá tann fremmandi hevði sett seg afturá, vendi skúlastjórin sær ímóti Fróða.

 

-Ja, Fróði. Kennir tú hendan mannin, spurdi hann.

 

-Nei, svaraði Fróði stillisliga og risti við høvdinum.

 

-Hetta er Sigurbjørn Einarsson, biskupur Íslands, segði skúlastjórin brosandi.

 

-So, svaraði Fróði eitt sindur undrandi og samstundis ivandi, tí hann visti ikki rættiliga, hvussu hann skuldi svara. Tann fremmandi maðurin brosaði og nikkaði einar tvær ferðir. So hetta var biskupurin. Fróði hevði hoyrt navnið fleiri ferðir, og hann hevði havt varhugan av, at íslendingar hildu nógv av biskupinum. Nú sat hann so yvir av manninum. Andlit hansara tóktist ikki so álvarssamt longur, og Fróði kendi tað sum ein heiður, at maðurin vildi hitta seg. Helst var hann ein av teimum íslendingunum, sum veruliga kenna føroyingar sum sínar næstu.

 

Tá teir høvdu sitið og prátað um leyst og fast eina løtu, reistist biskupurin. Hann skuldi aftur til Reykjavíkar, og nú var so seint, at hann mátti heldur sleppa sær avstað. Fróði og skúlastjórin reistust eisini. Úti í gongini lat tann fremmandi seg í yvirfrakkan, og Fróði lat seg í sína gomlu, grønu ulpu. Áðrenn biskupurin fór í bilin, tók hann í hondina á skúlastjóranum og konuni og beyð teimum góða nátt. Fróði helt seg eitt sindur aftanfyri. So kom biskupurin yvir til hansara. Hann brosaði, tók í hondina á Fróða og beyð góða nátt. Fróði kendi, at lógvatakið var fast, og at andlitið, sum fyri einari løtu síðani hevði verið so álvarssamt og fremmant, nú kendist kensluborið og vinarligt.

 

Eftir at biskupurin var farin, beyð Fróði skúlastjóranum og konuni góða nátt. So fór hann oman aftur á kostdeildina. Tað var bølamyrkt og kalt at ganga oman, men hetta kvøldið hevði hann ongan skund. Satt at siga var hetta eitt tað besta kvøldið, hann hevði havt, síðani hann var komin higar, og tað kendist, sum hevði hann fingið ein nýggjan vin. Lógvatakið hjá biskupinum og tað vinarliga og kensluborna brosið í túninum hjá skúlastjóranum hevði sannført hann um, at hesin maðurin fór ikki at gloyma seg. Og Fróði var líka sannførdur um, at hann fór ongantíð at gloyma hin.

 

Nú var mánin horvin úr vindeyganum, og Fróði snaraði sær á liðina. Vinmaðurin snorkaði ikki longur, so nú mundi fara at bera til.