Áhugin fyri árligu jólaborðhaldunum í Rex er stórur

Seinasta mánað vórðu tíggju kvøld sett av. Nú eru einans fýra eftir - Sostatt er líkt til, at teir báðir Kim Hansen og Jákup Veihe, ið skipað fyri tónleikinum og skemtinum í Rex, fáa úr at gera komandi vikurnar. Óivað eru júst Kim og Jákup, sum fyrr hava staðið fyri jólaborðhaldum, høvuðsorsøkin til, at so mong pør, fyritøkur og einstaklingar hava bílagt borð í Rex. Men helst eigur fimmrættar-matskráin, ið m.a. stendur av føroyskum viðskera, hummara og dunnubringu, eisini ein part av æruni fyri stóru undirtøkuna, sigur Rúni Djurhuus frá byin.fo

 

Tey fýra kvøldini, ið enn kunnu bíleggjast, eru hesi:

 

17. nov, 23. nov., 30. nov. og 15. des.

 

Til ber at bíleggja borð til jólaborðhaldið í Rex á tlf. 50 55 50 ella við meyl til jol@byin.fo.