Hugin er vónríkur um Bitcoin: – Hetta er enn bara byrjanin

– Upp á longri sikt, so verður bitcoin meira vert enn gull, tað ivist eg onga løtu í, sigur føroyski krypto-serfrøðingurin Hugin Kunoy Knudsen, sum arbeiðir í krypto-ídnaðinum

Í nátt hækkaði virðið á talgilda gjaldoyranum bitcoin til heilar 100.000 dollarar, svarandi til nakað omanfyri 700.000 krónur. Hetta runda 100.000-markið verður í kryptoheiminum roknað sum ein varði á vegnum fyri bitcoin. Ongantíð áður hevur virðið verið so høgt.

 

 

 

At bitcoin nú er vert 100.000 dollarar, kemur ikki óvart á havnarmannin Hugin Kunoy Knudsen, sum er útbúgvin innan teldufrøði. Hann hevur í fleiri ár arbeitt í krypto-ídnaðinum og rekur eisini egna fyritøku, ið fæst við krypto-virksemi.

 

LES EISINI: Søguligt: Ein Bitcoin er nú verd 100.000 dollarar

 

Tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at bitcoin er tvífaldað í ár og aftur hevur sett eitt stórt met í sínum virði, sigur hann, at nógv ymiskt spælir inn.

 

 

 

– Bitcoin er blivið meira legitimt hetta seinasta árið, nú amerikanskir myndugleikar hava góðkent Bitcoin og Ethereum ETF-virðisbrøv. Og tað ger tað serliga lætt hjá stovnum at gera íløgur í krypto. At stórir aktørar sum BlackRock standa fyri hesum ETF'um vísir eisini, at krypto verður viðurkent sum ein seriøs íløga, fortelur Hugin Kunoy Knudsen.

 

##med2##

 

Hann vísir víðari á amerikanska valið hin 5. november. Tí tá tað gjørdist greitt, at Donald Trump fór at vinna, fleyg virðið á bitcoin og øðrum kryptogjaldoyrum nevniliga upp, og tað hevur tað eisini gjørt síðan.

 

LES EISINI: Niklas Nikolajsen: – Tillukku við Bitcoin, øll somul

 

– Biden-administratiónin hevur verið øgiliga kritisk móti kryptoídnaðinum, og Donald Trump hevur verið tað øvuta – hann hevur lovað nógv, og hevur enntá savnað pengar til valið umvegis krypto, sigur Hugin Kunoy Knudsen og heldur fram: 

 

 

 

– Úrslitið av amerikanska valinum hevur stóra ávirkan á áhugan og prísvøksturin innan krypto í hesum tíðum. Regulatiónir kring vesturheimin hava svínabundið ídnaðin leingi, og tað hevur havt stóra ávirkan á, hvørji produkt eru blivin bygd higartil. Hetta verður fyrstu ferð, at ein pro krypto-administratión er í USA, og nógv í ídnaðinum eru vónrík um, at tey nú endiliga kunnu sleppa at byggja produktir, sum skapa virði fyri fólk, og sum veruliga kunnu supplementera finanslívinum hja almenninginum, uttan at vera bangin fyri rættarligum avleiðingum, sigur hann.

 

##med3##

 

30 ára gamli føroyski krypto-serfrøðingurin leggur afturat, at sokallaðar “likviditets cyclussar” eisini spæla ein leiklut:

 

 

 

– Sentralbankar lækka í skrivandi stund rentur kring heimin, og tað førir sum ofast við sær, at gjaldføri  leitar sær upp eftir risikokurvuni. Og ovast á tí kurvuni sita ídnaðir sum crypto, AI og tøkni meira breitt.

 

 

 

Hugin Kunoy Knudsen vísir eisini á eitt undirliggjandi virði í bitcoin og kryptogjaldoyrum sum heild.

 

 

 

– Áhugin fyri bitcoin kemur nú eisini i kjalavørrinum av tí viknandi álitinum á amerikanska dollaran og tær kreppur, sum hava verið í heiminum í seinastu árini. Tað kemur ikki óvart á meg, at størri lond nú eru byrjað at taka bitcoin og krypto til sín. Eg trúgvi, at vit fara at síggja meira til hetta.

 

Framtíðarinnar gull

 

Stóri spurningurin er so - hvussu sær framtíðin út hjá bitcoin? Fer virðið at hækka enn meira, ella var hetta toppurin? Tað er ringt at vita við vissu, og nógvar eru meiningarnar, alt eftir hvønn tú spyr. Hugin Kunoy Knudsen hoyrir til tey, sum trúgva, at bitcoin verður meiri útbreitt:

 

 

 

– Onki veksur eftir einari beinari linju, heldur ikki bitcoin. Men hyggja vit frameftir, so verður bitcoin meira vert enn gull, tað er helst bara ein spurningur um tíð.

 

 

 

– Tað er ikki ósannlikt, at ein bitcoin um eini 5 ár, verður verd 1 millión dollarar, sigur hann.

 

 

 

##med4##

 

 

 

GG: Hendan greinin skal ikki síggjast sum fíggjarlig ráðgeving. Minst til, at tað eru nógvar ymsar meiningar um bitcoin og kryptogjaldoyru, og virðið kann í prinsippinum fara niður í lítið og onki – so um tit umhugsa at gera íløgur, gerið tykkara egna research væl, áðrenn tit keypa nakað.

 

Bitcoin virði seinastu 5 árini. Í desember 2019 lá virði á 7.500 dollarum - og í dag er tað á 102.000 dollarum