Nú er felag stovnað til at framleiða oljuspilliskipanina, sum vágbingurin Kaj Joensen hevur ment Abeiðið hjá Kaj Joensen í Vági at menna eina oljuskiljiskipan til skip er nú komið so mikið áleiðis, at saman við honum hava íleggjarar stovnað smápartafelagið Faroe Maritime Technic.
Eigaraviðurskiftini í felagnum eru so, at Smápartafelagið KPT eigur 71,6 prosent,og Framtak og Royndin eiga 14,2 prosent í part. Í nevndini eru Petur Holm, formaður, Anna Dam, Jákup Sverri Kass og Kaj Joensen, sum eisini er stjóri fyribils.
Kaj Joensen hevur sett sær fyri at skilja spillolju úr kjalarvatni á skipum, og hann sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at nógv hava longu spurt eftir skipanini. Hann sigur seg eisini vóna, at ein partur av framleiðsluni verður í Vági.