Hóast milliardirnar til spælarakeyp ikki vanta, so hevur enn ikki eydnast hjá Mark Hughes at fáa veruligt flog á Manchester City. Felagið er í ítøkiligum niðurflytingarvanda, og í gjár máttu teir bláu á heimavølli leggja rygg til eyðmýkjandi tap móti Nottingham Forest, sum vann 3-0.
Men hóast hetta, so heldur Mark Hughes ikki, at eitt venjaraskifti er nakað, sum skal koma upp á tal.
- Eg veit akkurát, hvat okkum tørvar, og vit arbeiða hart hvønn dag fyri at røkka hesum. Men sjálvandi skal tú eisini vísa dygirnar í dystum, og tað vóru tað ov nógvir, sum ikki gjørdu í dag, segði venjarin við ensku miðlarnar eftir dystin.
Í ensku miðlunum verður sagt, at Hughes hevur á leið £60 mió at styrkja um hópin við í januar mánaði. Fyrsta keypið er longu gjørt, tá Chelsea fekk á leið £12 mió fyri Wayne Bridge.









