Fótbóltur
Felagið hjá Gunnari Nielsen, Blackburn Rovers má helst finna sær ein nýggjan venjara. Venjarin tey seinastu 3 1/2 árini, walisiski Mark Hughes fer at byrja samráðingar við Manchester City. Stýrið í Blackburn hevur givið Hughes loyvið at hava samráðingar við Manchester City. Meðan Hughes hevur verið venjari hjá Blackburn hava teir tvær ferðir verið í FA-Cup hálvfinaluna, og tvær ferðir hava teir rokkið UEFA-cup kappingini við góðum endastøðum í Premier League. Mark Hughes hevur eisini verið nevndur millum nøvnini til tann heita venjarasessin í Chelsea.