Við Norrønu í gjár komu motorsúkklukoyrarar, eittnú úr Hetlandi, ið vitja føroyskar motorsúkklueigarar í Føroyum. Og summi akfør eru meira áhugaverd og sjáldsom, enn onnur. Millum annað vakti hetta akfar ans á bryggjuni í Havn mánamorgunin. Hvørt hetta í grundini skal kallast súkkla ella bilur er ikki fyri leikfólk at siga, men flott sær hendan súkklan á trimum hjólum út og áhugin millum bæði mc-fólkið og vanlig ferðandi og vitjandi á bryggjuni var ikki at fara skeivur av. Akfarið er at síggja á føroysku vegunum hesa vikuna, nú útlendsku motorsúkklufjeppararnir vitja mc felagsskapirnar í Havn og í Eysturoynni.