Áhugaverdur gongutúrur komandi týskvøld

Komandi týskvøld fer Gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn at skipa fyri gongutúri framvið føroysku útgávuni av ´kinesiska múrinum´ Týskvøldið 24. juli, kl. 19.00, fer Gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn at ganga fram við tí, sum eftir er av okkara ´kinesiska múri´, sum Petur Háberg kallar Stóragarð í sínum Hugbirtingum í 1981.

Við fyrsta seyðahøga garði í Føroyum, sum traðarmenn í Havn sum eina av treytunum í 1863 at fáa traðir sína til keyps, laðaðu um allan býin, gjørdust traðarmenninir her sjálvbjargnir. Eftir trimum árum høvdu teir laðað henda 3 alna høga garð (vestanfyri tó bert 2 alna høgan) úr Válgaravík í Sandagerði. Innanfyri Stóragarð kundu teir uttan ampa av seyði um sumrarnar velta epli og røtur og fáa gras til mongu kýrnar, ið komu í Havn. Traðirnar góvu sjálvsálit og gjørdust lopfjølin hjá mongum havnarmanni til veruligt vinnuligt virksemi.

Nú Havnin veksur út um alt mark, og tað slepst til hana ikki bara sjóvegis, men eisini loftvegis og eftir breiðum vegum, og skjótt eisini gjøgnum undirsjóvartunnil, er tímin komin at gera vart við tað týðandi stig, Stórigarður var, í menningini av býnum.

Á longum strekkjum er garðurin illa farin, í støðum er hann horvin, og lata vit bara standa til, standa bert fáar leivdir eftir, har privat fólk í Havn enn virða søguna og sínar forfedrar.

Túrurin byrjar kl. 19.00 Yviri við Strond, við Válgaravík, sum liggur eitt sindur heimari enn har Tórgarðsgøta kemur oman í Vegin Yviri við Strond.