Áhugaverdur aðalfundur hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir

Nógv áhugavert kom fram á aðalfundi hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir í dag Meinigheitshúsið í Havn var í dag karmur um aðalfundin hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir. Nógv fólk vóru møtt til fundin og harímillum vóru eisini fleiri prestar.

Millum annað var Jógvan á Lakjuni, ráðharri í kirkjumálinum, á fundinum og segði nøkur orð.

Fólk fingu høvið at gera viðmerkingar til uppleggini, og nógv nýttu møguleikan.

Felagið hevur ein sunnan roknskap og málgagnið hjá felagnum, Kirkjutíðindi, gav yvirskot í fjør.

Summi høvdu á málið, at hetta var besti og mest opni fundur felagsins nakrantíð