Áhugaverd bókaframløga í fullsettum pakkhúsi

Týskvøldið var nakað so forkunnugt í Suðuroynni, sum framløga av nýggjari bók. Bókin um rokskiparan Jóan Petur hjá Mouritsi varð løgd fram undir hóskandi umstøðum og fullsettum pakkhúsi

Absalon Absalonsen legði týskvøldið alment bók sína um Jóan Petur hjá Mouritsi fram. Bókaframløgan fór fram í Stóra Pakkhúsi í Vági og hetta vóru sera hóskandi umstøður. Hølini eru hugnalig og umboða eisini eina farna tíð, nevniliga tíðina, ið nýggja bókin um rokskiparan snýr seg um. Nærri lýst er hetta tíðin við deyðsiglarum, sluppum, og tíðin við góðum fiskiskapi, har allar tøkar hendur tóku tøk. Og nógv av hesum hevði júst samband við umhvørvið kring pakkhúsið. Og á vegginum í hugnaliga húsinum hanga eisini navnaskelti av nú farnum fiskiførum. Ein av hesum fornleivdum var júst navnaskeltið av Havgásini, ið Jóan Petur eisini sigldi við.
Framløgan byrjaði við felagssangi, ið yrktur varð til høvið. Absalon Absalonsen segði síðani nøkur orð um bókina og síðani varð brot spælt úr útvarpssending frá 1957, har Jóan Petur greiddi frá vandaferð, har skipið nærum gekk burtur og um ta ávirkan, ið hetta fekk á lív hansara.

Tygum eru omma mín
Tónleikararnir John í Skemmuni, Terji Nilsen, Finnbjørn Nielsen og Eddie Bech spældu og sungu síðani og so kom Absalon aftur við upplestri úr nýggju bókini.
Skemtiligt og hugvekjandi var brotið um barnaár Jóan Peturs, tá hann fór allan vegin úr Vági og norður á Oyri til familjuna. Tá hann at enda kom vegin fram, hitti hann eina eldri konu., ið spurdi, hvør hann var.
- Tygum eru omma mín, svaraði lítli pilturn!
Eisini las høvundurin onnur brot, t.d. um tíðina í Føroyingahavnini.
Hann handaði síðani eftirkomarum hjá Jóan Peturi eintøk av bókini.
Síðani stóð kaffi og prát á skránni og fólk høvdu høvi at hitta høvundin og blaða í bókini og ogna sær hana, um hugur var til tess. Eisini signeraði høvundurin bøkur.
Yvir hundrað fólk leitaðu sær til bókaframløguna og tað var ein hugnalig løta í hugnaligum hølum, og fólk tóktust samd um, at talan er um forvitnisliga bók, ið bíðað hevu verið eftir.