Í vikuni kemur út ein bók við tí dapra heitinum "Exit Føroyar". Tað eru Heri á Rógvi og Høgni Reistrup, sum eru ritstjórar.
Exit Føroyar er bók um minkandi fólkatalið í Føroyum. Í bókini eru viðtalur við fýra føroyingar, sum siga sína søgu um, hví tey fluttu av landinum. Hararat koma sjey konufólk og seks mannfólk til orðanna í 13 tíðargreinum. Fólkini siga - við støði í persónligum royndum - sína hugsan um fólkafráflytingina og hvat skal til fyri at venda gongdini.
Annar av ritstjórunum, Heri á Rógvi leggur dent á, at bókin er ein útrætt hond til politikkarar og onnur, so tey kunnu gera okkurt munagott fyri at venda tí skeivu gongdini. Sum Heri sigur: "vit gera hetta, tí vit vita, at tað ber til at venda gongdini og fáa fólkavøkstur. Og tað kemur eisini fram í bókini"
Í morgunsendingini á Rás2 í morgun varð eitt prát við Hera á Rógvi um "Exit Føroyar". Tað ber til at hoyra prátið við Hera á Rógvi undir greinini her.