Huddersfield í Premier League

Aldargamla felagið flutti í dag upp í Premier League fyri fyrstu ferð.

20. og seinasta liðið til Premier League komandi kappingarár er nú funnið. Tað varð funnið í dag, har Reading og Huddersfield spældu playoff-finalu um uppflyting til Premier League.


Útvið tvær milliardir krónur stóðu upp á spæl, og tað var eyðsæð í dystinum, sum var ógvuliga tættur og ikki hevði teir nógvu málmøguleikarnar. Dysturin endaði málleysur, og so var neyðugt við longdari leiktíð.


Eiheldur í longdu leiktíðini kom nakað mál, og so var neyðugt við brotssparkskapping fyri at avgera hvør skuldi upp í Premier League.


Huddersfield misnýtti eitt brotsspark og var aftanfyri, men síðani misnýtti Reading tvey brotsspørk og Huddersfield skoraði upp á sítt avgerandi brotsspark. Harvið flytur Huddersfield upp í Premier League saman við Newcastle og Brighton.


Hetta er fyrstuferð í søguni, at Huddersfield er í Premier League. Teir vóru seinast í bestu deildini tíðarskeiðið 1970 til 1972, men heilt afturi í 1920-unum vunnu teir trý ensk meistaraheiti. Hetta var í 1924, 1925 og 1926.


Liðini, ið flyta úr Premier League og niður í Championship, eru Hull City, Middlesbrough og Sunderland.