Tað nýggja ættarliðið av snildfonum troðkar seg nú av álvara inn á marknaðin - snildfonir, ið kunnu faldast saman.
20. februar lyfti Samsung slørið fyri nýggju snilfonini Galaxy Fold. Men tað var ikki leingi, at koreanski tøknirisin kundi erpa sær við hesum, tí longu fýra dagar seinni kom Huawei við einari líknandi og enn sterkari snildfon, nevniliga Huawei Mate X.
Huawei hava seinasta árið veruliga gjørt seg galdandi á snildfon-marknaðinum, og hevur til hvørja lancering leverað telefonir við nýggjari slóðbrótandi tøkni. Í gjár var einki undantak. Sí videobrot av telefonini her:
<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/1_c2KGtZP64" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>
Skermurin á Mate X er stórur og tunnur, og í mun til Galaxy Fold er hendan snildfonin munandi stílreinari og meira gjøgnumførd. Tá Mate X er faldað saman, kann mann bæði brúka forsíðuna og baksíðuna av telefonini. Battaríið er ein av størstu styrkjunum hjá Mate X, og hon kann løða upp til 85 prosent uppá slakar 30 minuttir. Harumframt kann hon eisini hava nýggjastu 5G tøknina, og hevur eitt ógvuliga dygdargott myndatól við heili fýra kameramodulum.
Men tað verður ikki ein og hvør, ið kann keypa sær hesar nýggju snildfonirnar. Mate X fer at kosta umleið 17.200 danskar krónur, tá hon kemur til sølu, og Galaxy Fold góðar 13.000 krónur.