Huawei stovnarin: Vit njósnast ikki

Huawei hevur aldrin njósnast fyri kinesisku stjórnina. Eiheldur hevur felagið nakrantíð fingið eina slíkan áheitan. Tað gjørdi Ren Zhengfei, stovnari av kinesisku tøknirisanum, greitt í dag, tá hann hitti fleiri altjóða fjølmiðlar. Tað hendi í kjalarvørrinum av, at illgruni er reistur seinastu mánaðirnar um, at kinesiska stjórnin brúkar felagið at njósnast við. Tað skrivar BBC.


Fundurin við altjóða miðlar var einans triðju ferð, at stovnarin hitti útlendskar miðlar og er tann fyrsti slíkur fundur í yvir trý ár, skrivar bretska tíðindastovan BBC. Millum teir miðlar sum vóru bodnir til fundin vóru the Financial Times, Bloomberg og the Wall Street Journal.


Amerikanska stjórnin hevur í longri tíð ávarað um, at sambært kinesiskari lóg er Huawei undirløgd kommunistiska stýrinum og er vandi tí fyri, at útgerðin hjá fyritøkuni kann brúkast at njósnast móti øðrum. Huawei hevur ferð eftir ferð afturvíst ákærunum og enn eru eingin prógv almannakunngjørd, ið prógva ákærurnar.


Harumframt hevur verið víst á, at stovnarin er limur í kommunistaflokkinum. Tað sýtir hann heldur ikki fyri, men avvísir, at felagið nakrantíð hevur njósnast vegna stjórnina.


- Eg elski mítt land. Eg stuðli kommunistaflokkinum. Men eg hevði aldrin gjørt nakað fyri at skaða heimin, segði stovnarin á fundinum og legði aftrat, at stjórnin hevur aldrin heitt á hann ella felagið um at deila óhóskandi upplýsingar um sínar samstarvsfelagar.


- Persónliga hevði eg aldrin gjørt nakað, ið gjørdi seg inn á áhugamálini hjá mínum kundum. Hvørki eg ella mítt felag høvdu svarað slíkum áheitanum, segði hann sambært BBC.