Kinesiski íleggjarin Huang Nubo, sum í fjør royndi at keypa Grímstaðir á Fjøllum í Íslandi við tí fyri eyga at gera økið um til eitt stórt frítíðarpláss, hevur nú gjørt av at gera eitt tilsvarandi ferðavinnuøki í heimlandinum.
Huang Nubo hevur útvegað sær eitt 60 ferkilometrar stórt lendi, og har ætlar hann at hava gistingarhús, fleiri ítróttarvøllir, venjingarstøð, framsýningarhøll og eina ráðstevnumiðstøð. Íløgan er mett at kosta 50 milliardir kinesiskar yuan.
Tað er kortini ikki vist, at kinesiski ríkmaðurin hevur slept sínum íslendsku ætlanum. Umboðsmaður hansara í Íslandi sigur tvørturímóti, at Huang Nubo bíðar eftir einari avgerð hjá ídnaðarmálaráðnum í Reykjavík.