HRW: Loynilig fongsul í Irak

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch vil vera við, at myndugleikarnir í Irak hava skipað loynilig fongsul, har fangar verða illa viðfarnir. HRW sigur, at í november fluttu myndugleikarnir umleið 300 fangar til eitt tílíkt loyniligt fongsul, sum er í hernaðarleguni Camp Justice nakað norðan fyri Bagdad.

Tað bleiv gjørt nakrar fáar dagar, áðrenn eitt lið av altjóða eygleiðarum skuldu koma at hyggja at umstøðunum í fongslinum, sum teir 300 fangarnir høvdu verið í, sigur felagsskapurin.

Human Rights Watch sigur, at fongslið í Camp Justice er undir einari serligari deild, sum hevur til uppgávu at forða yvirgangi, og sum forsætisráðharrin, Nuri Al-Maliki, hevur umsjón við.

Talsmenn fyri iraksku stjórnina avsanna tíðindini hjá Human Rights Watch. Teir siga, at eingi loynilig fongsul eru í Irak.