Hoyvíkar kirkja seks ár

Tórshavnar manskór í Hoyvíkar kirkju sunnumorgunin 3. november

Hoyvíkar kirkja varð vígd alla halganna sunnudag í 2007. Á hvørjum føðingardegi hjá kirkjuni síðani vígsluna, hava ymisk kór sett dám á hámessuna.

 

Til hámessuna í Hoyvíkar kirkju sunnumorgunin 3. november kl. 11.00 verður tað Tórshavnar manskór, sum setir dám á; og bjóðað verður til kirkjukaffi eftir hámessuna í kirkjukjallaranum. Uni Næs dómpróstur hevur gudstænastuna.