Hoyvíkssáttmálin – til nyttu fyri hvønn??

Er sáttmálin eitt íslendskt bluffnnummar?

Enn einaferð í Degi og Viku í kvøld 03.06.08, fingu vit sjón fyri søgn í samband við handilsforðingar íslendinga viðv. landbúnaðarvørum.

Vit ásanna somuleiðis teirra handilsforðingar viðv. bjórinum og fiskivinnuni á landi.

Landingarnar av lodnu er annar trupulleiki, har einans 1/3 av kvotuni í íslendskum sjógvi – 10.000 tons kann veiðast til matna og framleiðast umborð á føroyskum skipum.

So hvørt sum frálíður koma vit ivaleyst at ásanna enn fleiri tekniskar forðingar á ymsum vinnuligum økjum, tí er tað nakað sum íslendingar hava dugað, so er tað at verja egin vinnulig áhugamál.

 

Naivar novicir í sáttmálahøpi?

Teir sum vóru heitastu forsprákarar fyri hesum “sonevndu 4 frælsunum” við Ísland og enntá gjøgnumtrumfaðu at seta sáttmálan í gildi við lóg og harvið seta hann oman fyri nationalari lóggávu, mugu verða ikki sørt heitir um skallan eftir at hava ásannað,- at teir vóru so naivir veruliga at trúgva, at íslendigar fóru at opna handilsligu slúsurnar fyri okkum.

 

Ávaraðu um forðingarnar og ikki at loypa á bláman

Vit vóru nakrir sum undir allari viðgerðini av hesum tá nógv umtalaða málið ávaraðu tykkum um handilsligu forðingarnar og ójavnan,- men alt skuldi loysað seg bleiv sagt.

Vit ávaraðu eisini móti at seta sáttmálan í gildi við lóg, men heldur ikki tað rein við,tíverri.

Ivist ikki í at mangir tingmenn mugu hava ringan smakk í munninum, nú avtalan fyri føroyska partin veruliga vísir lítla virði sítt.

 

Íslendingar krevja sín rætt sambært sáttmálan

Ìslendigar hinvegin hava verið skjótir at kæra og krevja staðfesting av, at sáttmálin er omanfyri nationalari lóg,- hetta bleiv gjørt tá tryggingarlógin ikki bleiv ígildissett í fjør og krevja teir sín rætt sambært íslandssáttmálan - frían marknað uttan forðingar.

Niðurstøðan hesum viðvíkjandi fyriliggur ein av fyrstu døgunum.

Teir finna seg snøgt sagt ikki í at nakrar forðingar eru fyri teirra vinnuvirksemið í Føroyum og krevja sín rætt.

 

Og vit – hvat gera vit?

Jú, vit mýkja støðuna og royna at samráðast og satsa upp á at felagsnevndin skal loysa “teknisku forðingarnar” sum íslendingar hava mótvegis okkum, livst so spyrst hvussu langt tey koma.

Kanska skuldi vit heldur gjørt bart og kravt okkara rætt – og um ikki hetta bleiv avgreitt innan ásetta tíðarfreist so annulera sáttmálan?

 

Frítt slag fyri íslendingar í Føroyum

Íslendingar hinvegin hava frítt spæl í Føroyum og hava uppkeypt og yvirtikið stórt sæð allan flutning á landi og tað sama á sjógvi og flutningskostnaðurin er farin á flog, tað kunnu allir útflytarir ásanna.

Somuleiðis hava teir keypt hópin av føroyskum vinnuvirkjum og tólum, bæði á sjógvi og landi og verið við til at pumpað virðini á hesum aktivum upp til óverulig virðir - ivaleyst tí teir hava eina langtsiktaða strategi, sum skal geva íløguna aftur og meir afturat.

 

Sendikvinnan roynir at bera í bøtiflaka

Føroyska sendikvinnan roynir at káva útyvir hesa elendigheit við at tosa um arðar hættir – samstarvshættir - eg kundi hugsað mær at spurt hana, hvørjar forðingar vit høvdu at samstarvað við íslendingar áðrenn hendan avtalan varð sett í gildi og hvør veruligi samstarvsmunurin er við íslandssáttmálanum?

Norðurlendska avtalan tryggjar okkum flestu frælsir so sum lesnað hvørt hjá ørðum, kapitalflutning, arbeiðið/flutning av fólki, sosiala trygd og samstarv á ymsum økjum í øllum norðanlondum kann nevnast.

Hvar er tann gylti møguleikin við íslandssáttmálanum fyri okkum?

 

Undirbrotligheitin má steðga

Álvaratos - er tað ikki upp á tíðina at tit sum liggja skerflatir fyri íslendingum ásanna, at alt ikki er so sára gott bert tað er íslendskt.

Ikki tí teir eru fitt fólk, tað bera vit eisini orð fyri at vera – men sum forhandlarar og forrætningsmenn eru teir meira besnissaðir má ásannast – “den kloge snyder den mindre kloge“

Vágur 03.06.2008