Tað hava verið nakrar hektiskar vikur hjá H71 og VÌF-spælarunum, har teir hava roynt at hingið í hvørjum øðrum á stigatalvuni, og nú seinasti dysturin í innleiðandi spælinum í Atlantic Airways kappingini skal spælast í Hoyvíkshøllini í morgin, er bara eitt stig sum skilur liðini. H71 hevur eitt stig meira, og kann tí standa seg við javnleiki ímóti VÌF, fyri at røkka FM-finalunum ímóti KÍF.
Fyrireikingarnar hjá báðum hópunum byrja tíðliga í morgin, fyri at kunna verða optimalt fyri til ta stóru uppgávuna.
Seinnapartin vitjaðu H71-spælararnir, Sigmundur Dahl og Bogi Davidsen seinnapartssendingina hjá Rás2, samstundis, sum Agnar Joensen hjá VÌF var á tráðnum úr Vestmanna.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra tað, sum Sigmundur Dahl, Bogi Davidsen og Agnar Joensen søgdu um stórdystin í morgin, sum báðir partar telja niður til.