Gudstænasta, felagskirkjuligt tiltak og konsert
Komandi sunnudagur, 1. sunnudag í advent, verður ein virkin dagur í nýggjastu kirkju okkara við ikki færri enn trimum tiltøkum Sunnudagurin er eisini fyrsti sunnudagurin í nýggja kirkjuárinum, og tá verður sum vera man hildin gudstænasta og sunnudagsskúli kl. 11 í Hoyvíkar kirkju, har dómprósturin Bjarni Bæk prædikar.
Tá henda gudstænastan er liðug, verður beinanvegin farið undir fyrireiking til eitt stórt felagskirkjuligt tiltak, sum fólk úr kirkjuni, fríkirkjuni Oasuni og samkomuni Lívdini skipa fyri.
Á skránni við hetta tiltakið er nógvur sangur og tónleikur, drama og endar tiltakið við einum jólaleiki ið er skipaður sum ein sangleikur. Hetta tiltakið byrjar kl. 16, og aftaná verður boðið til kaffi og eplaskivur í kirkjukjallarinum.
Tá alt hetta er liðugt, fara teir næstu tónleikararnir at rigga til sína konsert, nevniliga tey mongu blásihugaðu fólkini úr GHM.
Henda konsertin byrjar kl. 20 og verður samstundis endin á enn einum virknum sunnudegi í Hoyvíkar kirkju.