Hoyvíkar kirkja

Frits Johannesen

Nú hevur verið umrøtt í miðlunum , at byggjast skal nýggja kirkja í Hoyvík. Fólk í Hoyvík og tey, sum varða av hesi bygging, hava óivað sagt sína hugsan um hesa gongd.

Seinastu 20 árini eru tríggjar nýggjar kirkjur reistar í Føroyum - Fuglafjarðar kirkja, Gøtu kirkja og Fríðríkskirkjan. Hesar kirkjur eru hvør vakrari enn onnur bæði uttan og innan. Einki ilt um tað, men eitt sindur merkiligt er tað, tá ið hugsað verður um skap og siðvenju. Uttan eru tær ikki tráð við føroyskan kirkjuligan byggisið, men kemur tú inn í kirkjunar, so eru tær í ætt við ta gomlu siðvenjuna, har skipið - kirkjuskipið er bygt eftir tí elligamla skapinum basilica, sum merkir "kongalig høll".

Basilica - kirkjan
Tá ið Konstantin keisari í árinum 323 eft. Kr. føðing gjørdi kristindómin til statsreligión, var ein av trupulleikunum hjá honum, hvussu samkomuhúsini (kirkjurnar) skuldu síggja út. Meðan søkt varð at teimum kristnu, bar ikki til at reisa høllir til guðsdyrkanina. Tey hølini, sum nýtt vórðu til guðstænastur, sóu lítið út í manna eygum. Ei heldur tey gomlu templini kundu brúkast til hetta endamál, tí al oftast var bert eitt lítið rúm til ta heidnu guðamyndina. (okkurt undantak er) Processiónir og guðstænastur fóru fram uttandura, tí vóru kirkjunar ikki gjørdar eftir teimum gomlu templunum, men eftir basilicaskapinum. Basilican varð brúkt sum søluhøll og rættarsalur. Dómarin ella tann, sum leiddi rættargongdini, sat við endan í hesum skála í tí hálvrunda skapinum, sum vit rópa fyri apsis. Hetta bleiv altarið í kirkjuni, so øll eygu kundu venda sær tann vegin, og seinni bleiv hesin parturin kallaður fyri kórið. Í høvuðshøllini kom fólkið saman og fekk hetta navnið høvuðsskipið, meðan tey minnu rúmini við síðuna av høvuðsbygninginum fingu navnið síðuskipini. Hetta er í stuttum, tann siðvenja, ið hevur verið brúkt í fleiri hundrað ár til kirkjubygningar. Móðir Konstantin keisara innrættaði eina slíka basilicu til eina stórkirkju, og frá hesi tí er orðið varðveitt um slíkar bygningar víða um. Eingin av teimum fyrstu basilikakirkjunum eru varðveittar í sínum uppruna, men hóast broytingar og endurbyggingar, kunnu vit gera okkum eina ímynd av, hvussu hesar kirkjur hava sæð út.


Áheitan.
Tað, sum liggur mær upp á hjartað í samband við ta nýggju kirkjuna í Hoyvík, er at fáa eitt øðrvísi kirkjurúm, har orglið er sett frammi í kór, og at her verður gott pláss fyri kór - og orkesturvirksemi. Í míni hugaverð tykist tað eitt sindur løgið, at arkitektar, tá ið teir skulu tekna eina kirkju, skulu halda fast við eina siðvenju innan, sum er uml. 1500 ára gomul og hava fríari ræsir uttan. Hetta undrar meg. Hví kunnu vit ikki fáa eina øðrvísi gongd, so tónleikur og sálmasangur fær betri kor innan kirkjugátt? Nú havi eg verið kórleiðari í eini 25 ár og verið fleiri ferðir uttanlands á kórferð og sungið í mongum kirkjum kring Norðanlond. Tá ið vit høvdu ogulfylgisspæl til okkurt kórlag og komið varð í eina kirkju, har orglið stóð frammi í kór, var tað eitt spæl, at fáa kór og orglið at fylgjast, men tá ið einir 10 til 15 metrar, og kanska longri var millum kór og orglið uppi á pulpiturinum, var tað torført at fáa orglið og kórið at sampakka. Hetta er eisini galdandi fyri kirkjur í Føroyum, tá ið henda uppstilling verður gjørd. Mín inniliga áheitan á mynduleikarnar, sum avgera hvussu kirkjurúmið skal verða: Gott í tykkum, setið orglið frammi í kór og gerið gott pláss fyri musikalskum virksemi í kórinum!

Tað finst so nógvur vakur tónleikur fyri kór, orkestur og orgul, solosangur og soloinstrument við orgulfylgisspæli o. s. fr. Alt hetta er kirkjuligur tónleikur. Hví ikki veita hesum tær bestu sømdir, ið hugsast kunnu, so vit hava eina kirkju í Føroyum, sum kann lúka hesar treytir? Hetta hevði verið okkum øllum til mikla tign og æru, og tað hevði vunnið sóma manna millum.