Tað frøðir meg almikið, at fleiri av valevnunum til býráðsvalið velja at umrøða ymisk viðurskifti í Hoyvík – ið krevja ábøtur.
Gleðiliga gongdin í kommununi – við stórum fólkavøkstri – hevur kravt nógv av Hoyvíkini, tí her er størsti vøksturin, og her velja fleiri og fleiri fólk og familjur at byggja sítt heim á jørð. Hoyvíkin er á veg at gerast næststørsti býur í Føroyum. Og Hoyvík hevur allar møguleikar at vaksa enn meira og gerast eitt blómandi stað hjá fólki og vinnu.
Men tað er eins og vøksturin hevur gingið so skjótt, at loysnirnar fyri trivnaðin hjá fólki, ferðslutrygdin, náttúrurverndin, grøn øki, vinnuøki – og samanhangurin millum útbyggingarnar, koma AFTANÁ.
Mín klára visjón fyri Hoyvík er, at vit skulu gera eina samlaða býarætlan og framtíðarætlan fyri Hoyvík. Har Hoyvíkin verður viðgjørd sum ein býur, við øllum tí, sum hartil hoyrir.
Har trygdin og trivnaðurin hjá ungum sum tilkomnum og eldri stendur allarfremst í øllum loysnum og útbyggingum. Har ítróttar- og frítíðarfeløgini og sosialu felagsskapirnir verða lyft og kunnu leggja sítt arbeiði til rættis. Har vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar, skúlarnir, eldrabústaðir og eldrarøkt, frítíð og náttúra verða hugsað saman úr Hoydølum, sjálvari Hoyvíkini og niðan til nýggju Stórhøllina, ið vit vilja byggja við Stórutjørn. At handilslív og vinnulív fær síni øki at mennast. Og ikki minst, at ferðslutrygdin verður nummar eitt í hesum barnaríkasta plássi í Føroyum,
Tað eru nógv størri og minni mál ið skulu loysast fyri at fáa skútuna á rættan kjøl, sum eg fari at vísa á komandi dagarnar. Men tey skulu gerast eftir eini veruligari visjón og býarætlan.
Hesum málum vil eg, sum gamal hoyvíkingur - arbeiða ÁHALDANDI FYRI at loysa, um tað gerst mær ein møguleiki eftir 10. november.
Gunnar Djurhuus,
Valevni fyri Tjóðveldi











