Hondbóltur ? menn
Ein dystur verður í besti mansdeildini í kvøld,. mikukvøldið.
Hoyvíkingar fara tá at taka ímóti føroyameistarunum og oddaliðnum úr Vestmanna, og nógv bendir á, at vit her kunnu fáa ein rættiliga spennandi dyst.
Í løtuni eru hoyvíkingar á triðja plássinum í landskappingini, og sjálvsagt hava teir einki ímóti at konsolidera hesa støðu, áðrenn farið verður í ein stuttan vetrarsteðg.
Hoyvíkingarnir eru tó sjálvandi ikki teir einastu, sum vilja hava stig burtur úr dystinum. Við einum sigri styrkir VÍF um oddastøðuna hjá sær, men lætt verður tað neyvan. Júst hesin dysturin hevur seinnu árini aloftast verið sera javnur, og eitt nú var um reppið, at hoyvíkingar í fjør koppaðu VÍF, hóast munurin á stigatalvuni var stórur um tað mundi. Nú tykjast hoyvíkingar at vera væl betri fyri, enn teir vóru í fjør, og spurningurin er so, um tað er nóg mikið at koppa VÍF.
Dysturin verður í Høllini á Hálsi í Havn kl. 20.00.










