Hoyritól skulu framvegis kosta 2000 krónur

Løgtingið hevur akkurát nú samtykt at tey, sum fáa sær hoyritól, skulu framvegis sjálvi rinda 2000 krónur fyri hvørt hoyritól.

Tað merkir, at tann, sum hevur brúk fyri tveimum hoyritólum, skal rinda 4000 krónur fyri tey.

Hetta varð samtykt í fjør, men ætlanin var bara, at tað skuldi vera galdandi í ár, men nú hevur Løgtingið so samtykt at hetta skal halda fram.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at egingjaldið hevur verið tálmandi, tí nú verða munandi færri hoyritól útflýggjað enn vanligt.

Tað kemur næstan ikki fyri longur, at brúkarar missa hoyritól burtur.

Men verður egingjaldið strikað aftur, kann væntast, at útreiðslurnar aftur fara at økjast munandi og tað er landsstýriskvinnan ikki sinnað til, soleiðis sum støðan er.

Landsstýriskvinnan ásannar, at egingjaldið kann vera eitt lutfalsliga stórt inntriv í fíggjarstøðuna, hjá nøkrum fólkum, men í teimum førum, talan er um serliga trupul fíggjarlig kor, kunnu fólk søkja um stuðul til rímiliga grundaðar og neyðugar stakútreiðslur, eitt nú til hoyritól.

Andstøðan var hart ímóti ætlanini, tí tey stúrdu fyri at fólk fara at aftra seg við at útvega sær hoyritól av fíggjarligum ávum, hóas tey hava brúk fyri tí.

- Sostatt verða hesi fólk skerd frá at taka lut í samfelagsins viðurskiftum á jøvnum føti við øll hini, heldur andstøðan.