Hoyritól eru ikki útreiðsla hjá landinum

Nýggja nevndin í Felagnum fyri Hoyribrekað sigur at eitt hoyritól er í høvuðsheitum ikki ein útreiðsla fyri landið, men ein inntøka. Tá Felagið fyri Hoyribrekað hevði aðalfund herfyri, kom nýggja nevndin við einari útmelding um, at tað framvegis er stórliga brúk fyri felagnum at gera vart við mong øki, sum viðvíkja hoyrnini ? bæði sum fyribyrging og tænastu til teirra, ið missa hoyrn.

- Í løtuni fyriliggur uppskot til løgtingslóg um, at brúkaragjald skal leggjast á hoyritól á almennu hoyriklinikkini og at tilskotið til hoyritól á privatu klinikkini skal lækka. Felagið mótmælir hesum uppskoti, sum fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri hoyribrekað, sigur nevndin.

- Tað eigur sum meginregla ikki at vera munur á viðgerð av hoyribreki og allari aðrari viðgerð innan heilsuverkið ? øll slík viðgerð eigur at vera goldin av tí almenna.

- Vit gera vart við, at eitt hoyritól er í høvuðsheitum IKKI ein útreiðsla fyri landið, men ein inntøka, tí at hoyritólið kann hjálpa hoyribrekaðum at varðveita sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin og sparir tískil landinum almannaveitingar, sigur felagið.

Á aðalfundinum skifti felagið eisini nevnd. Formaðurin Jákup Danielsen segði seg frá og Marjun Hansen tók ikki við afturvali. Í teirra stað vóru vald Katrin Rubeksen og Torkil Hansen. Nevndin hevur skipað seg við Torkil Hansen sum formanni, Poul Øregaard sum skrivara og næstformanni, Katrin Rubeksen sum kassameistara og Leivur Guttesen er eykalimur. Dávur Neshamar røkir bókhald og limalista. Nicolina Dahl fer at hava skrivliga samskiftið og kunning úteftir. Ætlanin er skjótt at fáa gongd aftur á heimasíðuna.