Hoyribrekað í øllum Norðurlondum stúra fyri gongdini á hoyriforsorgarøkinum. Tað er niðurstøðan á aðalfundi í Samstarvsnevndini hjá Norðurlendsku feløgunum fyri hoyribrekað, sum hevur verið í Føroyum.
Men tað verður eisini staðfest, at hoyribrekað í Føroyum eru eftirbátar afturímóti hinum norðanlondunum.
Hetta verður staðfest í yvirlýsing, sum felagið fyri Hoyribrekað í Føroyum hava handað Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.
Í yvirlýsingini verður víst á, at Føroyar eru einasta Norðurland, har pinkubørn ikki verða kannað fyri at staðfesta hoyribrek tíðliga.
- Okkum tørvar framvegis skrivitulking, frálæru og tekst í sjónvarpinum, verður eisini staðfest.
Felagið fyri hoyribrekað ger eisini vart við, at hini Norðurlondini ikki hava brúkaragjald á hoyritól á almennum hoyriklinikkum, stendur í yvirlýsingini.
Annars siga tey norðurlendsku feløgini, at hoyritól, og onnur hjálpartól, mugu vera vald við atliti til tørvin hjá tí hoyribrekaða og ikki við atliti til prís. Tí verður heitt á myndugleikarnar í øllum Norðurlondum um at taka støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek.
Øll Norðurlond hava skrivað undir sáttmálan.