Á blaðsíðu 179 í bókini "Tá Sundaberg sakk”, sum kom út til jóla í 2013, tosar høvundurin, Birgir W. Høgnesen, við flogskiparan, sum var við í bjargingini av skipsbrotnu manningini. Tað var hin 7. mai í 1972, at Sundaberg sakk.
Flogskipari á kanadiska flogfarinum var Chris Hansen, sum er dani. Foreldur hansara fluttu við børnunum til Kanada í 1957. Chris gjørdist seinni flogskipari í kanadiska flogvápninum.
Í bókini hjá Birgiri stendur, at flogfarið, sum Chris var við, var á eini eftirlitisferð, tí teir høvdu til uppgávu at halda eyga við russiskum kavbátum undir kalda krígnum.
Hendan dagin - hin 7. mai í 1972 - komu teir á flogfarinum av tilvild at snara á eina aðra bylgju á sendiútgerðini, so at teir hoyrdu neyðarkallið frá Sundabergi. Teir fóru beinanvegin til hjálpar og vegleiddu tveir enskar trolarar at koma á røttu knattastøðuna.
Bjargingin av manningini á Sundabergi gekk væl, og allir komu frá hendingini uttan likamligt mein.
Birgir W. Høgnesen hevur í fleiri umførum hildið samband við kanadisk/danska flogskiparan, síðan bókin kom út.
Seinasta fríggjadag hitti hann so flogskiparan persónliga í Keypmannahavn, soleiðis sum henda myndin vísir.
Birgir sigur, at hetta hevur verið ein long tilgongd, tí longu í august í fjør byrjaðu teir at tosa um, at hann møguliga kom til Danmarkar í føðingardag hjá eini mostur í Keypmannahavn.
- Alt hevur verið eitt sindur ósikkurt, men hetta følist eisini eitt sindur veruleikafjart at hitta mannin, sum vegleiddi ensku skipini, so tey kundu bjarga manningini á Sundabergi, sigur rithøvundurin.
Chris Hansen er 70 ára gamal og pensónistur. Hansara frítíðarírtiv er at flúgva við sínum egna lítla flogfari.









