Týsdagin var ein maður í Føroya Rætti, har hann varð ákærdur og dømdur fyri at hava bukað konu sína av, soleiðis sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár.
Men nú kann tað henda, at hann verður ákærdur eina ferðina afturat.
Løgreglan kannar nú eftir um maðurin eisini skal ákærast fyri at hava hótt ein áhoyrara, sum var í rættinum hendan dagin.
Mitt undir eini avhoyring gjørdi maðurin nakrar faktir við arminum sum fekk ein áhoyrara til at føla seg hóttan.
Áhoyrarin meldaði tilburðin fyri løgregluni og løgreglan staðfestir, at tey nú eru í ferð við at kanna málið.
Nú skulu tær neyðugu avhoyringarnar gerast og so verður støða tikin til um ákæra skal reisast ímóti manninum, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini.
Áhoyrarin var ikki vitni í málinum. Hevði talan verið um eitt vitni, sum varð hótt, hevði støðan verið heilt øðrvísi. Tað hevði verið álvorliga skerpandi, tí dómsvaldið góðtekur undir ongum umstøðum, at vitni eru fyri ágangi av nøkrum sum helst slag og að er fyrr komið fyri, at fólk eru dømd mánaðir í geglinum bara fyri at hava tosað við eitt vitni.