Tittulagið av fløguni Unknown hjá Allani Tausen er lagt út á Youtube og deilt umvegis Facebooksíðuna hjá Allani. Tit kunnu hoyra tað omanfyri tekstin.
Allan gav herfyri fløguna Unknown út, ið er fyrsta soloútgávan hjá honum. Hann er annars kendur úr bólkunum hjá Knút Háberg Eysturstein, Høgna Lisberg og seinastu árini eisini úr Marius.
Evnaríkur og musikalskur, sum hann er, hevur hann røkt leiklutir sum gittarleikari, bassleikari, keyboardleikari, trummuleikari og kórsangari í ymiskum bólkum, líka síðan hann saman við øðrum úr Grót umhvørvinum gjørdi um seg við bólkinum Marigold um ártúsundskiftið.
Hetta er sum sagt fyrsta útgávan í egnum navni, og Allan Tausen segði við music.fo herfyri, at tónleikastílurin var nógv íblástur av pápa hansara, ið hevði ávirka hann tónlistarliga í ungum árum. Hetta hoyrist eisini aftur í tónleikinum, ið hevur eitt 70 árakent huglag..