TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum Jóan Símun Edmundsson, René Shaki Joensen og Hallur Hansson skutu fyri Føroyar í 3-1 sigrinum ímóti Malta á Tórsvølli í kvøld.
Føroyska liðið fer seinnapartin í morgin til Pristina í Kosovo at spæla annan Nations League dystin. Dysturin verður mánakvøldið klokkan 19.45.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.