TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr, ella endurhoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av tí seinastu løtuni av dystinum millum VÍF og Neistan í undanbólki 2 í Coca Cola steypakappingini, har Neistin vann 23-22 á VÍF við máli, sum John i Innistovu (myndin) skoraði í seinasta sekundi av dystinum.
Støðan =
1. Neistin 3 stig (2 dystir)
2. VÍF 2 stig (2 dystir)
3. KÍF 1 stig (1 dyst)
4. Team Klaksvík 0 stig (1 dyst)
Dystir og úrslit í bólki 2 :
1. umfar:
Leygardagin 16.01.2016 kl. 18.00 KÍF - Neistin 26-26
Sunnudagin 17.01.2016 kl. 16.00 VÍF - Team Klakvík 45-19
2. umfar :
Mikudagin 20.01.2016 kl 20.00 VÍF - Neistin 22-23
Leygardagin 23.01.2016 kl. 18.00 Team Klaksvík - KÍF
3. umfar :
Fríggjadagin 29.01.2016 kl. 20.00 KÍF - VÍF
Sunnudagin 31.01.2016 kl. 16.00 Neistin - Team Klaksvík