Um vikuskiftið skal Signar í Homrum spæla á Summar Festivalinum, og við sær á pallin hevur hann ein nýútgivnan sang. Tað er sangur, ið hann gav út mánadagin. Sangurin eitur ”Tú vilt altíð verða her”. Mikael Wiehe gjørdi sangin, og Signar í Homrum hevur við hjálp frá Steintór Rasmussen týtt sangin til føroyskt.
- Sangurin hevur ein góðan boðskap, Um tað at goyma sær tað góða við á vegnum, sjálvt um onkrar løtur á lívsleiðini kunnu verða tungar. Summir sangir hava tað við, at teir festa seg fast í minnið og gerast næstan ein partur av gerandisdegnum. Teir eru kanska ikki frammi alla tíðina, men renna fram fyri teg av og á, sigur Signar í Homrum.
Mikkjal Hvannastein hevur framleitt nýggja sangin, og Erik Biskopstø hevur ljóðblandað. Tónleikarar á innspælingini eru Signar í Homrum, Henning Hjalt Nicodemussen, Mikkjal Hvannastein og Magni Husgaard.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr nýggja sangin.