Hoyr málini í Klaksvík og tvímálsskjúttan hjá KÍ

(Rás2) Hoyr frásøgnina av fýra av fimm málum, sum komu í Klaksvík. Hoyr eisini Jonas Flindt Rasmussen, sum skoraði tvey mál

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr:

 

1) Frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av fýra av teimum fimm málunum, sum komu í Klaksvík, tá KÍ vann 4-1 á TB/FCS/Royn fyrr í dag.

 

2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen aftaná dystin. Jonas Flindt Rasmussen skoraði tvey mál í dystinum í dag, sum hann er ógvuliga fegin um. Jonas greiðir frá, at tað ræður um at taka møguleikarnar, tá teir koma. Fyri liðið hevði tað týdning at koma væl í gongd aftur í landskappingini aftaná steðgin í landskappingini.