TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á Rás2 av báðum málunum B36 fekk í 2-0 sigrinum ímoti NSÍ. André Olsen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.
Jákup á Borg heldur, at spælið gekk ikki so væl, sum hann kanska hevði ynskt, men hann er sera fegin um hugburðin og arbeiðsavrikið hjá sínum monnum.
Jákup á Borg hevur stóra virðing fyri Víkingi, sum B36 møtir á útivølli í oddadystinum í Sarpugerði í Norðragøtu komandi sunnudag. Men við sjey sigrum á rað letur hann ongan iva verða um, at B36 fer eftir tí áttanda sigrinum á rað.