TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr Jónu Nicolajsen siga frá málinum hjá EB/Streymi/Skála, sum Margunn Lindholm skoraði uppá brotsspark, tá EB/Streymur/Skála tapti 1-2 ímóti KÌ í oddadystinum í 1. deild hjá kvinnum.
2) Hoyr samrøðuna Jóna Nicolajsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við venjaran hjá EB/Streymi/Skála, Erik Ernesto Nielsen.
Erik Ernesto Nielsen heldur ikki, at EB/Streymur/Skála spældi nóg væl, og tað er høvuðsorsøkin til, at tap var í hendi ímóti KÍ í oddadystinum í kvøld. - Vit skaptu ov lítið har frammi, staðfestir Erik Ernesto Nielsen.
Erik Ernesto Nielsen innsær, at tað verður torført at vinna FM-gull nú, men hann undirstrikar, at hann og spælararnir fara at gera alt tað tey kunnu gera fyri at fáa FM-stríðið at koppa vegin hjá EB/Streymi/Skála.