##med2##
Hondbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, ið eisini er ítróttarskrivari hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal hevur gjørt fýra upptaktsprát við venjara og leikarar hjá føroyska hondbóltslandsliðnum undan dystinum móti Danmark.
Teir sum Sjúrður H. Hoydal hevur prátað við eru:
1) Helgi H. Hoydal og Jónas G. Djurhuus
2) Sonni Larsen, venjari
3) Tróndur Kragesteen, liðskipari
4) Peter Krogh
Omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi aftaná venjingina í Gigantium marghøllini í Ålborg ígjár.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Danmark og Føroyar á FM1. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari. Byrjað verður við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.