Hoyma við Eivør

Tað sum skuldi vera ein Hoymakonsert við Eivør, bleiv til tríggjar, og talan var sanniliga um upplivingar av tí heilt serliga slagnum

Tekstur: Magni Højgaard:

 

Tað sum skuldi vera ein Hoymakonsert við Eivør, bleiv til tríggjar, og talan var sanniliga um upplivingar av tí heilt serliga slagnum.

 

Tá Julia og Jóni Lamhauge vóru til tiltakið Hoyma, sum var í Gøtu 9. november í fjør, dámdu tey tað somikið væl, at hetta vildu tey gjarna leggja hús til í framtíðini. Tað lagaði so soleiðis, at tey komu til at leggja hús til tríggjar Hoymakonsertir við Eivør Pálsdóttir á sjálvum G! festivalinum.

Hetta var eitt sindur serstakt bæði fyri Eivør og Juliu og Jóna, tí Julia fortelur, at Jóni og Páll sáli, pápi Eivør, vóru hjartavinir, og húsini hava tøtt vinabond. So tað var eisini ein rørandi løta, kanska serliga fyri vertirnar og fólk sum kenna Eivør og hennara.

 

Sjálv konsertin var ein góð blanding av løgum hjá Eivør. Vit fingu fingu fleiri løg av hennara seinastu útgávum, men eisini okkurt ”gott gamalt”.

 

Eivør framførdi millum annað ”Silvurkannuna” av hennara allar fyrstu soloútgávu, við lagnum hjá Regin Dahl og orðum eftir H.A. Djurhuus. Eisini var eitt lag spælt, sum ikki er útgivið enn. Eivør var, sum vanligt, sera væl uppløgd og undirhelt millum løgini. Hon vísti okkum eisini hvussu ótrúðliga góð sangarinda hon er. Heilt bert og nakið, tí her vóru ongar effektir, ongir hátalarar og ongir forsterkarar.

 

Afturat sær hevði Eivør Mikael Blak, Jan Rúna Poulsen, mannin Trónd Bogason og systir sína Elinborg Pálsdóttir. Lekkurt var at leggja oyra til tónleikin hesa løtuna, har hvørt knirk úr trummum og kontrabassi hoyrdist, og tað hoyrdist eisini tá Tróndur traðkaði á pedalurnar á klaverinum.

 

Inniligt, frisælt, rørandi og pent. Tað sást eisini aftur á fjøldini, har fleir vóru noydd til at turka tár.

 

Sí fleiri myndir av G! festivalinum við at trýsta HER

 

Tað var ein framúrskarandi samanseting av góðum løgum, væluppløgdum tónleikarum, nærløgdum vertum og einum fantastiskum útsýni, har Gøtuvík í logn og festivaløkið sóust úr stovuvindeyganum. G! andin skorin heilt inn á bein!