Hóast løgtingsformaðurin slepti eini politiskari bumbu í morgun, tá hann sendi løgtingið til hús uttan at hava ráðført seg við samgonguleiðsluna, so tvíheldur Høgni Hoydal, virkandi samgonguleiðari nú Aksel V. Johannesen, løgmaður, ikki er í landinum, at samgongan heldur saman.
- Samgongan er intakt og vit mugu virða avgerðina hjá løgtingsformanninum. Uppskotið verður lagt framm aftur á ólavsøku, sigur Høgni Hoydal í stuttari viðmerking við in.fo.
Eingin í Javnaðarflokkinum ynskir at úttala seg um málið, men vísa tey øll til Aksel V. Johannesen, løgmann. Vit hava roynt at fingið fatur á løgmanni, men hevur tað enn ikki eydnast.










