Høgni Hoydal hevur biði um farloyvi frá tingarbeiðinum í dag. Páll á Reynatúgvu hevur loyst formannin í Tjóðveldi av.
Hóast Høgni Hoydal er fólkatingslimur hevur hann ikki biðið um farloyvi síðan 15. mars í ár.
Tað eru 64 tingfundir síðan.
Høgni Hoydal sigur í stuttari viðmerking, at hann er upptikin av arbeiði í danska fólkatinginum, og hann hevur fyribils farloyvi í eina viku.
Heidi Petersen hevur tikið sæti fyri Høgna Hoydal.