Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði við Útvarpið í fríggjakvøldið, at uttanríkispolitisku heimildirnar, sum eru lagdar fyri Løgtingið, á ongan hátt geva burtur vunnin rættindi hjá føroyingum.
- Tey verða ikki skerd upp á nakran máta, men tey verða vard. Nú kunnu føroyingar av sínum eintingum samráðast við fremmand ríkir og millumtjóðafelagsskapir, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, við Útvarpið.
Men Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, sigur, at her er onki nýtt.
- Tað stendur útpenslað í lógini, at hetta gevur ikki føroyingum nakrar heimildir, men danir skulu hava boð bæði áðrenn, undir, og aftaná samráðingarnar. Tað vil siga, at er tað nakað, sum gongur ímóti teirra áhugamálum, so kunnu teir steðga tí, so tað er heldur onki nýtt í tí. Um Løgtingið samtykkir hetta uppskotið, tá er Løgtingið bakkað afturum heimastýrislógina, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði við Útvarpið, at Løgtingið kemur at samtykkja eitt ríkislógartilmæli, sum í botn og grund ikki sigur annað enn at vit hava onki ímóti, at lógin verður løgd fram á Fólkatingi. Men Høgni Hoydal sigur, at løgmaður við hesum hevur slakað.
- Løgmaður er bakkaður. Hann segði eisini tað, at teir høvdu allatíðina ætla, at tað skuldi verða eitt ríkislógartilmæli. Tað passar beinleiðis ikki. Tað kann mann fáa vátta. Ein knútur í samráðingunum hevur nettupp verið, at mann ikki skal koyra danska lóggávu ígjøgnum Løgtingið, men teir eru so slakaðir í tí, og vit hava ongi svar fingið upp á hví, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
- Løgmaður sigur, at tað er púra vanligt at koyra danskar lógir gjøgnum Løgtingið. Tað er beinleiðis tvætl. Heimastýrislógin - sum vit ongantíð hava verið serliga glaðir fyri - sjálvt hon bleiv koyrd ígjøgnum í Løgtinginum sum ein lóg, har Løgtingið samtykti eina lóg og danska Fólkatingið eina aðra. So tað heldur heldur ikki hjá løgmanni. Løgmaður sigur beinleiðis skeivt í hesum málinum, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at danska stjórnin kann ikki leggja málið fram í Fólkatinginum, fyrrenn stjórnin hevur fingið ein tilsøgn úr Føroyum um, at tað er í lagi.
- Løgmaður hevur sambært stýrisskipanarlógini ikki loyvi at geva ta tilsøgnina, uttan at hann hevur spurt Løgtingið. Og mátin mann spyr Løgtingið upp á er við einum ríkislógartilmæli. Longri er tann søgan ikki, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.